03. juli 2006

Til:
Fótbóltssamband Føroya
Havnar Bóltfelag

3. juli 2006

Viðv. ósemju millum FSF og HB

Ítróttasamband Føroya átalar viðferðina, sum eitt av limafeløgum sambandsins, Havnar Bóltfelag, hevur fingið, meðan málið um leikaraloyvið hjá Páll M. Joensen er lagt fyri Ítróttadómstólin.

Sum gongdin hevur verið seinastu dagarnar, sær út til, at ein einvís herferð móti einum limafelagi í ÍSF er farin gongd. Stórt trýst verður lagt á Havnar Bóltfelag, samstundis sum málið er lagt fyri Ítróttadómstólin.

Ítróttasamband Føroya metir, at rætturin skal hava loyvi at tala. Friður eigur valda á økinum, meðan Ítróttadómstolurin arbeiðir. Dómstólurin kemur væntandi við síni niðurstøðu 10. juli.

Fyri at gera eina seinastu roynd at finna eina loysn á hesi sera óhepnu støðu, sum eitt av limafeløgum ítróttasambandsins er komið í, boðar Ítróttasamband Føroya hervið Fótbóltssambandi Føroya og Havnar Bóltfelag til fund

í morgin týsdagin 4. juli kl. 10.00 í ÍSF-húsinum.

Við ítróttakvøðu

Heðin Mortensen
Forseti
Ítróttasamband Føroya