+298 312606 - isf@isf.fo

Venjaraútbúgving stig 2

Kundi tú hugsað tær at førleikament teg enn meira sum venjari? At komið niður í smálutir og fingið førleikar at hava ábyrgd av venjingini í felagnum?

Útbúgving fyri venjarum – Venjari 2

1. vikuskiftið
Fysisk venjing
Konditionsvenjing
Ítróttasálarfrøði

2. vikuskiftið
Venjaraleikluturin
Styrkivenjing og venjing svarandi til aldur
Ítróttaskaðar

3. vikuskiftið
Føðsla
Teknikvenjing
Tilrættisleggjan av venjing

Dagur og stað: Tórshavn, unhealthy ÍSF-húsið í Gundadali
1. vikuskiftið: 8, 9 og 10. feb. 2013
2. vikuskiftið: 1, 2 og 3. mars 2013
3. vikuskiftið: 12, 13. og 14. apríl 2013 (leygard. og sunnud.)

Tíð:
Fríggjadag kl. 18.00 – 22.00
Leygardag kl. 09.00 – 18.00 (2.vikuskiftið til kl. 19.30)
Sunnudag kl. 09.00 – 16.00 (3.vikuskiftið til kl. 17.00)

Kostnaður: Kostnaður í alt er 3.650 kr. Íroknað mat og tilfar

Málbólkur: Venjarar og hjálparvenjarar við venjara 1 útbúgving

Tilmelding og freist:
Tilmeldingin fer fram við at trýsta her, og gjaldast skal við tilmelding. Seinasta freist at melda til er 14. jan. 2013.

GG! Avboð givin 10 dagar áðrenn skeiðsbyrjan kostað 50% av upprunakostnaðinum, og eftir tað er ikki møguleiki at fáa peningin endurgoldnan.
Tað er pláss fyri 25 luttakarum. Skeiðið verður hildið, treytað av at minst 15 luttakarar tilmelda seg.

Meiri fæst at vita frá ÍSF-skrivstovuni tlf. 312606 ella frá Anniku á tlf. 282331 ella á ahl@isf.fo

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.