+298 312606 - isf@isf.fo

Væleyðnaðir oyggjaleikir á Jersey

jersey setan
Føroyskur ítróttur kann fegnast um enn einar væleydnaðar oyggjaleikir. Eini 150 føroysk ítróttafólk kappaðust í 12 av teimum 14 ítróttagreinunum á leikunum, cialis sum vóru á bretsku kanaloynni Jersey.

Oyggjaleikirnir á Jersey vóru teir størstu higartil í 30-ára longu søguni hjá oyggjaleikunum. Leikirnir vóru í allar mátar væl fyriskipaðir. Flutningur, ampoule innivist, matur og tað ítróttarliga riggaði alt væl.

Støðið varð lagt við stórslignu setanini í Howard Davis Park leygarkvøldið 27. juni. Ítróttarkappingarnar á oyggjaleikunum vístu okkum eitt stórt úrval av tí besta, sum føroyskur ítróttur eigur, og ítróttafólk og vitjandi ferðafólk fingu nógvar góðar og spennandi upplivingar hesa vikuna.

Vit stóðu okkum væl ítróttarliga, og endaðu samalagt á einum fjórða plássi, um hugt verður eftir gullheiðursmerkjum. Føroysku ítróttafólkini vunnu íalt 60 heiðursmerki – 18 gull, 18 silvur og 24 bronsu. Okkara svimjarar vunnu ikki færri enn 36 av hesum heiðursmerkjunum. Nógv framúrskarandi úrslit vóru á leikunum. Tað var eisini hugaligt, at Føroyar á fyrsta sinni royndu seg í kurvabólti.

Ítróttasamband Føroya takkar øllum teimum, sum gjørdu leikirnar so góðar fyri føroyskan ítrótt. Fyrst og fremst ítróttafólkunum, sum so hugagóð og miðvís hava vant fram til leikirnar, og sum síðani skapa leikirnar við sínum kappingum. Miðlarnir eiga eisini eina tøkk fyri at varpa ljós á leikirnar. Sponsorar, almennir og kommunalir myndugleikar eiga eisini eina tøkk fyri sín stuðul til leikirnar. Tað er samlaða tilvitanin um og virðingin fyri leikunum í Føroyum, ið geva teimum so stóran týdning her heima.

Nú verður hugt fram til næstu leikirnar á Gotlandi í 2017. Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar, og komandi tvey árini fara Ítróttasamband Føroya og sersambondini at gera sítt til, at hesir leikirnir fyri okkara viðkomandi verða eins væl eydnaðir sum teir á Jersey.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.