Fyrilesturin við Svein Femtehjell leygardagin var sera væl eydnaður. Svein er útbúgvin prestur og socialpædagog og hevur haraftrat arbeitt innan eliteítróttina í Noreg, í nogv ár. Fyrilesturin var um ítrótt sum útviklingsarena fyri børn og ung og um hvørja ávirkan ítrótturin hevur á samfelagið. Sera áhugaverd og viðkomandi evni, fyri øll sum hava við børn og ung at gera.

Svein kom, saman við fjøldini, inn á hvat eigur at sermerkja ítróttartilboð til børn. Her kom fram, týdningurin av at børnini trívast, hava tað stuttligt, uppliva at ítróttin er mennandi og at aktivitetsniveauið er høgt. Fyri at hetta skal kunna lata seg gera er eisini sera týdningarmikið at umstøðurnar eru væl skipaðar av fólkum við vitan um børn.

Eisni segði Svein frá týdninginum av at venjarin er ein stuðulspersónur hjá børnunum og ikki ein stjóri. Tað er sera umráðandi at venjarin sær hvørt einstakt barn og hvørjar tørvir hvørt einstakt barn hevur. Tá man venur børn, er ikki so týðandi at tey læra alt tað tekniska innan eina ávísa ítrótt, men heldur at tey mennast sum menniskju. Tá børnini so vaksa til og blíva ung, er sjálvsagt umráðadi at byggja uppá við meiri og meiri tekniskari venjing.

Svein tosaði eisini um at vera framsíggin. Fyri at fáa góð ítróttarfólk er týdningarmikið at man ger sær eina ætlan og hugsanir um hvat man vil. Hann samanbar hetta við húsabygging, har ætlanirnar og hugsanirnar vóru grundin og síðan kundi venjing og síðan elituvenjing byggjast uppá.

Tvey onnur hugtøk sum Svein eisini kom inn á vóru ekta spæl og organisera spæl. Hann segði okkum um týdningin av at loyva børnunum at spæla sjálvi og at vit ikki altið skulu siga teimum hvussu tey skulu spæla. Hann metti hetta vera av sera stórum týdningi, soleiðis at børnini kunnu mennast og blíva sunnir borgarar í samfelagnum.

Eisini segði Svein eitt sindur um itrótt, sum politisk ábyrgd. Her kom hann inn á fólkaheilsuna, um børn sum bliva meiri og meiri inaktiv og harvið eisini viga meiri og fylgirnar av tí. Hetta kann ítrótturin, við politiskum stuðli, vera við til at fyribyrgja.

Ein sera áhugaverdur seinnapartur saman við Svein og fjøldini. Tað er altið gevandi at vera saman við so nógvum engageraðum fólkum. Ynskiligt hevði verið at fleiri vóru møtt og høvdu hoyrt hansara boðskap.