+298 312606 - isf@isf.fo

Væleydnaður evnisdagur

Leygardagin 6. februar skipaði Ítróttasambandið fyri evnisdegi. Eini 70 umboð fyri ítróttafeløg, ed sersambond og ÍSF vóru komin saman at viðgera framtíðina hjá Ítróttasambandi Føroya. Evnisdagurin var partur av bygnaðararbeiðinum, sum stjórnin samtykti at fara undir seinasta ár.

Eftir innleiðandi kunning frá ÍSF og Jan Gudnitz, sum samkipar bygnaðararbeiðið, varð arbeitt í bólkum í tveimum umførum.

Fyrrapartin skuldu bólkarnir velja trý øki, sum teir mettu ÍSF átti at arbeitt meiri við í framtíðini. Eisini skuldu bólkarnir seta ítøkiligu tilmælini í ein størri samanhang og meta um, hvørji mál ymsu tilmælini kundu vera við til at røkka.

Seinnapartin arbeiddu bólkarin við at meta um, hvør kundi fremja tilmælini, feløg, sersambond ella ÍSF. Samstundis varð tosað nakað um ein framtíðar bygnað fyri ÍSF.

Ymiskt var, hvørja fatan ymsu luttakararnir høvdu av Ítróttasambandinum og leikluti tess, men tey arbeiddu hugagóð allan dagin, og nógv áhugavert kjak var at hoyra frá ymsu bólkunum.

Í næstum verður eitt spurnarblað sent feløgum og sersambondum, har tey fáa høvi at meta um onkrar av útsøgnunum frá luttakarunum evnisdagin.

Her eru onkrar av viðmerkingunum frá bólkaarbeiðinum (221 kb pdf)

Og niðanfyri eru myndir, sum Álvur Haraldsen tók leygardagin.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.