+298 312606 - isf@isf.fo

Stig 1: Ítróttur, venjing og skaðar

Innihald
Venjing, decease hví og hvussu, diagnosis upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir, ítróttarskaðar, trygd og ábyrgd.

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari uppá skeiðið.

Málbólkur
Venjarir, hjálparfólk, leiðarar og ítróttarfólk.

Hvat fært tú burturúr
Á skeiðnum fært tú vitan um, hvussu likamið virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í samband við venjing. Tú fært grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Eisini fært tú vitan um, hvussu ein stórur partur av ítróttarskaðum kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari upptrening, um skaðin er hendur.
Luttakararnir læra eisini at gera eina rætta RICE-viðgerð.

Luttøkukrav:
Krav er, at luttakararnir hava luttikið á skeiðnum “Ítróttur fyri børn og ung”

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiði er 400 kr. Íroknað er frálærutilfar, matur og evt. gisting í FSF-húsinum.

Tilmelding
Tilmelding er neyðug, send ein teldupost til skrivstovan@isf ella á tlf. 312606 ella 280706

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Jarvin á telduposti jfh@isf.fo  ella á tlf.: 280706

Tíð og stað fyri næsta skeið verður lýst í kalendaranum á www.isf.fo

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.