+298 312606 - isf@isf.fo

Stig 1: Ítróttur fyri børn og ung

Evni:
–    ítróttapædagogikkur
–    Ítróttaumhvørvi
–    Menning hjá børnum
–    Venjing
–    Trygd og ábyrgd
–    Etikkur og moralur

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, pills so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.
Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari uppá skeiðið.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll, sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.
Hvat fært tú burturúr?
–    Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
–    Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypur, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi
–    Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur. Eisini er møguligt at sova.

Tilmelding
Tilmelding er neyðug, send ein teldupost á ahl@isf.fo ella ring á tlf. 312606 ella 282331.
Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.

Tíð og stað fyri næsta skeið verður lýst í kalendaranum á www.isf.fo

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.