+298 312606 - isf@isf.fo

Úrval útlutað pening fyri 2015

Úrval, therapy sum er serlig skipan undir ÍSF, asthma | og sum hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til føroysk l úrvalsítróttafólk, hevur nú útlutað peningin fyri 2015.

Inn komu 8 umsóknir, og nevndin í Úrvali hevur bólkað hesar umsóknir í tríggjar bólkar, grundað á tann bygnað, sum Úrval arbeiðir eftir:

urval_skipan

Grundað á hesa skipan hevur Úrval játtað fíggjarligan stuðul soleiðis:

1. bólkur: Pál Joensen svimjing kr. 405.000,-
2. bólkur: Gudmundur Joensen triathlon kr. 220.000,-
Valborg Heinesen fræls ítrótt kr. 91.000,-
Ragnvaldur Joensen svimjing kr. 49.500,-
3. bólkur: Óli Mortensen svimjing kr. 26.000,-
Krista Mørkøre svimjing kr. 68.000,-
Tórur Mortensen fræls ítrótt kr. 20.000,-
Hanus Bergsson fræls ítrótt kr. 20.000,-

Tilsamans hevur Úrval útlutað kr. 967.500,- fyri 2015.

Næsta útlutingarumfar verður síðst í 2015 fyri árið 2016. Hetta tó treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2016. Allar umsóknir skulu vera umvegis avvarandi Sersamband, sum stendur við ábyrgdini fyri íðkaranum yvirfyri Úrvali, og sum hevur skyldu at geva frágreiðing um fíggjarlig og ítróttarlig viðurskifti hvønn ársfjórðing og borin saman við sett mál fyri tíðarskeiðið og fyri kravda 4 ára langtíðarætlanina fyri íðkaran.

Fyri nevndina í Úrvali

Magnus Tausen, formaður

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.