Á ársaðalfundi hjá smápartafelagnum Ítróttavedding mikudagin fingu Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið tillutaðar milliónaupphæddir, ið stava beinleiðis frá tí, føroyingar spæla fyri í spølunum hjá Danske Spil í Føroyum.

Tey seinnu árini hevur størsta fíggjarliga íkastið til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum verið tað, ið stavar frá veddingarpengum og umvegis smápartafelagið Ítróttavedding verður lutað út til Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið.

Samlaða upphæddin hesa ferð var 9,2 milliónir krónur, og á aðalfundinum í smápartafelagnum Ítróttavedding mikudagin fekk Ítróttasamband Føroya 5,545 millión krónur, og Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið 1,85 milliónir krónur í part.

Upphæddin, sum verður lutað út, skiftir eitt sindur frá ári til ár, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil, og í farna árinum hava teir verið heldur ídnari enn í fjør, tá útlutaða upphæddin var 9 milliónir krónur.

Kemur væl við
– Fyri okkara viðkomandi kemur upphæddin frá veddingarpengunum sera væl við, og hon fer øll beinleiðis til ítróttin. Sersambondini fáa pengarnar eftir einum ávísum býtislykli, og nú Oyggjaleikir eru á Áland í summar, er hetta kærkomið íkast hjá fleiri ítróttargreinum, sigur Sølvi Reinert Hansen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.

Torfinn Højgaard, formaður í Ítróttavedding, handar Sølva Reinert Hansen, ÍSF-forseta, stuðulin til ítróttin.

Tað sama sigur Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum. – Vit hava jú ábyrgd av, at karmarnir fyri virksemi hjá børnum og ungum eru í lagi, og sum vanligt verða pengarnar brúktir til mong og ymisk endamál, so teir koma so mongum til góðar sum gjørligt, sigur hon.

Tjóðhild Patursson, forkvinna í Føroya Ungdómsráð, sigur veddingarpengarnar hava ótrúliga nógv at siga fyri arbeiði hjá teirra limafeløgum. – Hetta heldur so at siga øllum arbeiðinum uppi, og hjá fleiri av okkara limafeløgum er hetta næstan einasta inntøka, tey hava, sigur hon.

Nevndin í smápartafelagnum Ítróttavedding, sum hon nú sær út. Frammanfyri frá vinstru Katrin Joensen, Søren P. Sørensen, Petur Elias Petersen, Tjóðhild Patursson, Sigmund Poulsen, Torfinn Højgaard og Sølvi Reinert Hansen.

Nýggj í nevndini
Á aðalfundinum mikudagin varð nevndarval á skránni.
Nevndin í smápartafelagnum Ítróttavedding sær nú soleiðis út, at Tórfinn Højgaard er formaður, Sigmund Poulsen næstformaður, og nevndarlimir eru Katrin Joensen, Sølvi Reinert Hansen , Søren Pram Sørensen, Tjóðhild Patursson og Petur Elias Petersen, sum eisini er stjóri.