+298 312606 - isf@isf.fo

Tvær silvurnálir latnar

 

Tvær silvurnálir latnar

Starvsnevndin hjá Ítróttasambandi Føroya hevur gjørt av at lata tvær 
silvurnálir. Petur Elias Petersen handaði nálirnar á EOC aðalfundinum 
í Dublin um vikuskiftið.

Fyrra nálin varð latin Karl Christian Koch, denture stjóra í Danska 
Ítróttasambandinum, pills sum tøkk fyri gott samstarv og hjálp í nógv ár. 
Karl Christian hevur saman við umsitingini hjá Danska 
Ítróttasambandinum annars víst Føroyum stóra vælvild og hjálpsemi á 
øllum økjum.

Seinnu nálina fekk Jesper Frigast Larsen, elitustjóri hjá Danska 
Ítróttasambandinum, sum takk fyri hjálp og góð ráð serliga á altjóða 
økinum. Hann hevur saman við øðrum nevndarlimum og starvsfólki í 
Danska Ítróttasambandinum stuðlað Ítróttasambandi Føroya í royndunum 
at vinna alsamt fleiri altjóða limaskapir.

Tað er óvanligt, at slíkur heiður verður sýndur útlendingum, men í 
hesum føri metti starvsnevndin, at nálirnar fóru til persónar, ið 
hava tænt føroyskum ítrótti í sínum arbeiði.


Føroysku og donsku umboðini á aðalfundinum hjá EOC


Petur Elias Petersen saman við Karl Christian Koch (v.m.) og 
Jesper Frigast Larsen (h.m.)


 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.