+298 312606 - isf@isf.fo

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Oyggjaleikalandsliðnum


Tryggingarfelagið Føroyar verður enn einaferð høvuðsstuðul hjá føroyska Oyggjaleikalandsliðnum, medic sum komandi summar skal royna seg á Bermuda. Hetta er greitt eftir, impotent at Tryggingarfelagið Føroyar og ÍSF í vikuni komu ásamt um nýggjan samstarvssáttmála.

– Vit eru takksom og errin av, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur játtað at vera høvuðsstuðul á Oyggjaleikunum á Bermuda í 2013. Tað er einki dulsmál, at tað er kostnaðarmikið at fara við stórum ferðalagi til Bermuda, og tí kemur íkastið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum væl við. Nýggi samstarvssáttmálin merkir, at ÍSF tryggjar okkara ítróttafólkum so góðar karmar sum møguligt til Oyggjaleikirnar 2013, sigur Anna Rein, nevndarlimur hjá ÍSF.

Samstarvssáttmálin hevur millum annað við sær, at Tryggingarfelagið Føroyar rindar fyri búnar og ávísa útgerð til allar luttakarar, ið eru við á Oyggjaleikalandsliðnum. Oyggjaleikirnir eru størsta einstaka ítróttatiltak, ið Føroyar sum tjóð taka lut í. Á leikunum á Bermuda verður Føroyar umboðað í níggju ítróttagreinum. Talan verður um áleið 100 íðkarar, umframt venjarar og leiðarar, so í alt verða umleið 125 ítróttafólk, ið vera við. Ítróttargreinirnar eru: Badminton, frælsur Ítróttur, fimleikur, flogbóltur, Skjóting, Golf, Tennis, súkling og triathlon.

– Fyri Tryggingarfelagið Føroyar er tað ein heiður at sleppa at tryggja okkara fremstu ítróttafólkum so góðar umstøður sum møguligt. Eitt aðalmál hjá okkara ítróttafólkum, ið taka lut á Oyggjaleikum, er at seta sær høg mál og røkka teimum. Hetta samsvarar væl við virðini, ið vit sum fyritøka støðugt stremba eftir, sigur Regin Hammer, forstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum.

Hetta er fjórðu ferð á rað, at Tryggingarfelagið Føroyar er høvuðsstuðul hjá føroyska Oyggjaleikalandsliðnum.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.