+298 312606 - isf@isf.fo

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Oyggjaleikalandsliðnum 2011

Oyggjaleikir 2011 vera í summar á Isle of Wight og Tryggingarfelagið Føroyar verður aftur hesa ferð høvuðsstuðul hjá Oyggjaleikalandsliðnum. Hetta eru triðju Oyggjaleikirnir á rað har Tryggingarfelagið Føroyar er høvuðsstuðul hjá føroyska Oyggjaleikalandsliðnum.

Samstarvsavtalan merkir, medstore at Tryggingarfelagið Føroyar rindar fyri búnar og ávísa útgerð til allar luttakarar, health ið eru við á Oyggjaleikalandsliðnum. Hetta gevur Ítróttasambandi Føroya møguleika fyri, symptoms at geva teimum íðkandi enn betri fyritreytir og góðar karmar til Oyggjaleikirnar 2011.

Undanfarnu Oyggjarleikir í 2009 vunnu Føroyar samanlagt við heili 34 gullheiðursmerkjum, 23 silvurheiðursmerkjum og 24 bronzuheiðursmerkjum. Heiðursmerki vórðu vunnin innan hesar ítróttargreinir: badminton, bogaskjóting, fimleik, flogbólt, judo og svimjing,.

Sáttmáli er nú undirskrivaður millum Ítróttasamband Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar og vóru tað Katrin Joensen, nevndarlimur í Ítróttasambandi Føroya og Kristina Háfoss, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, ið undirskrivaðu sáttmálan.

Katrin Joensen sigur, “Føroyar luttaka á Oyggjaleikunum 2011 innan heilar 9 ítróttargreinir, og vera gott 100 ítróttafólk í ferðalagnum. Spennandi, hvussu úrslitið verður í mun til málið, ítróttafólkini hava sett sær. Einki er at ivast í, at oyggjaleikirnir hava stóran týdning fyri ítróttaligu menningina og eru savnandi og viðkomandi fyri okkum øll. Tí eru vit í Ítróttasambandi Føroya sera glað fyri góðan stuðul ”.

Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, “Føroysku ítróttarfólkini, ið luttaka á Oyggjaleikalandsliðnum geva okkum øllum íblástur og eru sannar fyrimyndir tá umræður at seta sær mál og at náa hesum. Hetta kom ikki minst til sjóndar við seinastu Oyggjarleikir, har Føroyar fingu eitt søguligt fyrsta pláss. Vit eru ómetaliga glað fyri, at vit aftur hesuferð kunnu samstarva við Ítróttasambandi Føroya um, at geva okkara bestu ítróttarfólkum so góðar umstøður sum møguligt. Eftir er bert at ynskja okkara ítróttarfólkum, venjarum o.ø. alt tað besta við fyrireiking og kappingum í sambandi við Oyggjaleikirnar í summar.”

Ítróttasamband Føroya

Tryggingarfelagið Føroyar


Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.