ÍSF hevur heitt á allar flokkar á Løgtingi um at gera støðu sína greiða til útlendingapolitikkin hjá samgonguni.

Ikki skuldi verið neyðugt at sagt, at Tjóðveldisflokkurin hevur barst ímóti útlendingapolitikkinum hjá núsitandi samgongu í orðum og í verki, síðani hetta landsstýrið tók við.

Vit hava sett bæði munnligar og skrivligar fyrispurningar – longu í februar og mars í ár.

Og vit hava heitt á bæði løgmann og landsstýrismálanevndina um at kanna landsstýrismannin, sum eftir okkara fatan hevur givið tinginum og almenninginum skeivar og villeiðandi upplýsingar um útlendingamál.

Rættartrygd er ongin
Eftir okkara tykki hevur landsstýrismaðurin vavt bæði lóggávu, avtalur og umstingarligar avgerðir saman í ein slíkan ellibita, at serstakliga stórur ivi valdar um rættartrygdina á økinum. Í seks mánaðir hava øll, sum verða rakt av hesum, livað í óvissu. Og so verða knappliga frá degi til dags mannalagnur broyttar og familjur syndraðar, meðan kaos valdar á øllum økinum.

Síðani sigur løgmaður við Hondbóltssambandið, at tey ítróttarfólk, sum eru í landinum, skulu viðgerast eftir gomlu reglunum. Men merkir tað so, at málsviðgerðin av einstøkum málum verður broytt, orsakað av politiskum trýsti? Hvussu er so støðan hjá teimum, ið ongan hava at leggja trýst á landsstýrið fyri seg?

Láturlig avtala
Og tann sonevnda avtalan, sum nú er kunngjørd fyri ítróttarfólk, er beinleiðis láturlig. Skal nú eitt føroyskt ráð, sum virkar á einum donskum málsøki, hava eftirlit við privatu fíggjarligu viðurskiftunum hjá einum ítróttarfólki – í prosentum?

Og hvat er endamálið og grundgevingin? Er tað ikki føroyska samfelagið og tey einstøku lokalu økini, ið koma at bera kostnaðin kortini? Er tað ikki nógv betur fyri trivnað, integrasjón og samfelagsbúskap, at ítróttarfólk hava eitt lønandi starv afturat ítróttini?

Samanumtikið kann sláast fast, at hetta landsstýrið, uttan nakra haldgóða grundgeving, hevur skapt fullkomnan ruðuleika á økinum. Og hevði nøkur ábyrgdarkensla og nakað veruligt eftirlit verið hjá løgmanni og samgongutingfólki, so hevði hetta málið langt síðani fingið avleiðingar fyri landsstýrismannin.

Loysnin liggur klár
Tað mest harmiliga er, at alt hetta syndarliga málið, var so óneyðugt sum nakað. Tjóðveldisflokkurin hevur givið øllum tingfólki eitt avrit av teirri avtalu, sum undirritaði gjørdi við danska ráðharran í útlendingamálum í november í fjør. Henda avtala skuldi undirskrivast sama dag sum landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldisflokkinum vórðu send til hús.

Eftirsum at ongin fjølmiðil hevur viðgjørt hesa avtalu til fulnar, loyvi eg mær her orðarætt at endurgeva ta stuttu útgávuna av avtaluni, soleiðis sum hon varð send okkum frá danska ráðharranum. Ein og hvør kann við hesum vissa seg um, at ruðuleikan á økinum hevur nýggja landsstýrið bara sær sjálvum fyri at takka.

Adgangen til at søge om og opnå opholds- og arbejdstilladelse 
med henblik på beskæftigelse i Færøerne

Det er på et møde mellem Integrationsministeriet og Færøernes Landsstyre den 26. november 2003 aftalt, at der gælder en særlig ordning for meddelelse af arbejdstilladelse til halvprofessionelle idrætsudøvere og -trænere:

* Ansøgning om arbejdstilladelse kan indgives under lovligt ophold i Færøerne, men arbejdstilladelsen skal være opnået, inden arbejdet påbegyndes.
* Der kan gives arbejdstilladelse til maksimalt to deltidsarbejder ved siden af arbejdet i idrætsklubben. 
* Den samlede indkomst skal mindst udgøre minimumsindkomsten i Færøerne. 

De halvprofessionelle idrætsudøvere og -trænere, der i dag arbejder uden arbejdstilladelse, kan frem til den XX søge om lovliggørelse af deres arbejde.

Efter den XX risikerer halvprofessionelle idrætsudøvere og -trænere at blive udvist med indrejseforbud og straffet for ulovligt arbejde, hvis arbejdet påbegyndes inden arbejdstilladelse er opnået. Arbejdsgiveren risikerer ligeledes at blive straffet for at have beskæftiget en udlænding uden arbejdstilladelse.

For alle andre, der ønsker at søge om arbejdstilladelse i Færøerne, gælder fortsat, at ansøgninger om arbejdstilladelse normalt skal indgives fra hjemlandet. Heri ligger blandt andet, at asylansøgere, der afvises i Danmark, ikke fra Danmark kan søge om arbejdstilladelse i Færøerne.

Der gives kun tilladelse til arbejde på almindelige løn- og ansættelsesvilkår.

Udlændinge, der arbejder ulovligt i Færøerne, risikerer at blive udvist med indrejseforbud og sammen med arbejdsgiveren at blive straffet for ulovligt arbejde. 

Vegna Tjóðveldisflokkin

Høgni Hoydal