+298 312606 - isf@isf.fo

Tillukku Pál og Kári


Pál og Kári í Beograd (mynd: svimjing.com)

Góðu Pál, cough Kári, order Jón og Petur Heðin

Hjartaliga væl afturkomnir úr Serbiu og hjartaliga tillukku við óføru avrikunum. Ítróttasamband Føroya vil takka tykkum fyri, at tit eru so framúr umboð fyri føroyskan ítrótt úti í heimi.

Tað hevur verið sera stuttligt at fylgt við gongdini í Serbia. Tit báðir hava sett bæði føroysk og norðurlendsk met, og tað fegnast vit um her heima. 

Gullregnið hjá Pál tosar eitt greitt mál, sum røkkur út um okkara land. Føroyar eru av álvara komnar á heimskortið í svimjing.

At gerast trýfaldur evropameistari er so nógv betur, enn vit vanligu føroyingarnir hava torað at vónað – og tó – tú gjørdi jú tað, sum tú ætlaði tær. 

Fyrr í ár høvdu vit hug at smílast, tá tú, Pál, ætlaði tær at gerast bestur í heiminum. Vit hildu tað verða fínasta slag, at onkur tordi at seta sær høg mál. Men vit hildu kanska eisini innast inni, at hetta var ein ungur maður við einum ungum bjørtum lyndi, sum hevði klárar dreymar og mál sum ung fólk flest.

Men við avrikinum hevur tú víst okkum øllum, at hetta ikki bara var ein vón og ein dreymur hjá tær, men til sjóndar er komin ein miðvís vælfyrireikað ætlan um at gerast bestur í heiminum, við tí venjing og fyrireiking, ið krevst, um ein skal gerast partur av heimselituni.

Fyri okkum í Ítróttasambandi Føroya eru tit báðir, Pál og Kári, góð dømi um júst tað, sum vit kundu hugsað okkum at sæð frá øllum føroyskum elituítróttafólkum. 

Tit hava tann innara viljan, sum er neyðugur, um ein vil hevja seg upp millum bestu ítróttafólkini í heiminum.

Tað er einki at ivast í, at tit báðir hava nakrar av røttu fortreytunum fyri at gerast framúr ítróttafólk. Tit hava stuðul í baklandinum, frá bygdini og familjuni. Tit hava fíggjarligar stuðlar, sum gera tað gjørligt at hugsa longur enn bygdagarðarnar. Tit hava funnið venjarar, ið skilja tykkum og tykkara møguleikar. Men mest av øllum hava tit sjálvir innara viljan at velja lívið sum ítróttafólk og liva 100% sambært tí.

At vera yrkisítróttafólk er ein hugburður, eins nógv og tað er at hava ítróttin sum starv.

Tá tað er sagt, vóni eg, at føroyskar fyritøkur fara at vísa enn størri áhuga fyri at stuðla tykkum, ið veruliga eru yrkisítróttafólk í verki.

Eg vóni eisini, at lands- og kommunalir myndugleikar fara at finna saman um at gera ein 50 m svimjihyl, helst í samband við ein ítróttadepil, ið kann stuðla undir eitt veruligt yvirskipað elituarbeiði innan føroyskan ítrótt.

Enn einaferð hjartaliga tillukku til tykkum og til Svimjisambandið. 

Ítróttasamband Føroya 
(Røða á móttøku í Norðoyar Sparikassa í Miðlon 6. august 2008) 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.