+298 312606 - isf@isf.fo

Tey ungu skulu verða tilvitað um kost

2011 ár er av Heilsumálaráðnum skýrt at vera kostár í Føroyum, order har sjóneykað verður sett á hvussu heilsugóð tann føði er, search sum vit føroyingar eta.

Ítróttasamband Føroya er longu farið í gongd við fyrireikandi arbeiðið, allergist fyri at hjálpa ítróttafólkum og ítróttafeløgum at fáa eyguni upp fyri hvussu týdningarmikið tað er at vera tilvitaður um kostin.

Tað er ítrótta- og ungdómsráðgevin hjá ÍSF, Annika H. Lindenskov, sum stendur fyri samskipanini.

– ÍSF hevur havt ein aktivan leiklut í rørsluárunum, sum hava verið í 2009 og 2010. Við tað at rørsla eisini er eitt av týdningarmiklu kostráðunum, er tað natúrligt, at ÍSF eisini tekur aktivt lut í kostárinum, greiðir Annika H. Lindenskov frá.

Eta ikki rætt

Annika ásannar, at ítróttarsambandið sær ein trupulleika í teirri føði, sum verður etin í tilknýti til ítróttatiltøk.

– Tað er eitt kent dømi, at tann matur, sum vanliga er til keyps í ítróttahøllunum kring landið ikki er tann heilsubesti, tí franskir hotdogs og chips stuðla ikki í at fremja sítt besta, tá tey skulu á vøllin.

– Har tað ikki er møguligt at keypa á ítróttaøkinum, fara tey ungu ofta í onkra nærliggjandi bensinstøð ella kiosk at keypa. Og hóast hesi sølustøð ofta hava góða frukt á tilboði, so er tað ikki fruktini, sum tey ungu fara eftir, og tað er spell.

Annika H. Lindenskov greiðir frá, at ítróttafeløgini hava eftirspurt eini hjálp og vegleiðing um, hvussu hesir keðiligu vanar hjá serliga teimum yngru kann broytast, og stjórnin í ÍSF hevur sett sær fyri, at brúka kostárið til at gera ein innsats á hesum øki.

Stevnu-snacks

Annika H. Lindenskov greiðir frá, at næsta ár er ætlanin at innføra eitt nýtt kost-hugtak í sambandi við ítróttakappingar.

– Danir kalla tað “stævne-snack”. Vit leita framvegis eftir eini góðari føroyskari orðing. Tað handlar í stuttum um at hava eitt tilboð við sunnum matvørum at bjóða serliga børnum í sambandi við kappingar og ítróttastevnur.

Annika greiðir frá, at samráðingar eru við veitarar av frukt og grønmeti um at vera við í eini samstarvsætlan hesum viðvíkjandi.

– Okkara ætlan er, at øll ítróttafeløg skulu fáa ein “startpakka” við knívum, skeribrettum og øðrum, ið krevst. Síðan er hugsanin, at feløgini skulu kunna bíleggja frukt og grønmeti frá veitaranum alt eftir hvussu nógv luttaka á ítróttatiltakinum.

– Feløgini hava so til uppgávu finna nøkur foreldur ella sjálvboðin til at reinsa, flysa og skera vørurnar í passaligar bitar, sum so verða blandaðir og fyltir í hartil hóskandi plastíløt við loki. Felagið ger sjálvt av, hvussu nógv tað tekur fyri hesar leskiligar bitar, sum vónandi gerast eitt hitt hjá øllum sunnum ungfólki í Føroyum og eisini ein inntøka hjá feløgunum.

Fyrimyndir

Umframt hesa konkretu ætlanina við ítróttagóðbitum, hevur ÍSF ætlan um at seta kostin á dagsskránna á fleiri tiltøkum gjøgnum árið 2011.

– Ætlanin er at fara runt í øll økini í landinum saman við kostráðgeva og greiða frá hvat góður kostur er, hvussu ein tilrættisleggur kostin fyri ítróttafólk og aktiv børn.

– Flestu hava nokk eina hylling av, hvat er góður kostur. Men tað er eisini týdningarmikið at duga at tilrættisleggja kostin. Um eitt barn til dømis skal til venjing klokkan 18, er ikki ráðiligt at geva tí eina fulla nátturðamáltíð klokkan 17.30. Tað eru øki sum hetta, sum vit ætla at lýsa nærri á hesum kunningarfundum, sigur Annika H. Lindenskov.

Eisini er ætlanin at draga kost inn í tey tiltøk, sum verða gjørd saman við úrvalsítróttafólkunum.

– Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at fyrimyndirnar hjá teimum ungu geva tey røttu signalini. Fáa vit úrvalsítróttafólk okkara – spælararnar í teimum bestu deildunum – at skilja fult út hvussu týdningarmikið tað er, at tey framtraðka sum fyrimyndir, er nógv vunnið. Og her hugsi eg eisini um tað, ið tey eta, sigur Annika H. Lindenskov.

Hon vil fegin hoyra frá fólki og feløgun, sum hava góð hugskot til átøk og tiltøk, sum kunnu haldast í sambandi við kostárið 2011. Hetta kann gerast við at ringja á skrivstovuna hjá ÍSF, ella senda Anniku ein teldupost á ahl@isf.fo

Fólkaheilsuráðið undir Heilsumálaráðnum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av kostárinum. Fá meira at vita á www.folkaheilsa.fo

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.