+298 312606 - isf@isf.fo

“Testsentur” í Føroyum.

Nú um dagarnar varð kunngjørt, generic at eitt “Human Performance Laboratory” (HPL) var sett upp í hølunum hjá granskingardeplinum iNOVA í Havn. Dagligur leiðari í hesum testsentrinum er lektari á Fróðskaparsetrinum, Magni Mohr, sum er kendur fyri at hava granskað nógv innan arbeiðsfysiologi, serliga úti í heimi, men annars eisini í Føroyum.

ÍSF fegnast, nú eitt slíkt sentur er tøkt hjá føroyskum ítróttafólki. Hetta hevur leingi verið eitt ynski hjá nógvum sersambondum í ÍSF. Føroysk ítróttafólk – og kanska serliga úrvalsítróttafólk – hava verið noydd at leita sær uttanlands at útvega sær slíkar testir. Hetta hevur í mongum førum verið tvørligt og kosnaðarmikið.

Nógv av okkara ítróttafólkum kappast á altjóða støði, og tí er miðvis  venjing og menning kravd. Ein liður í miðvísari venjing er eisini at fáa roynt, testað, um venjingin er skiljagóð.

Magni Mohr skrivar í einum skrivi til ÍSF:

“Á HPL er nú møguligt at gera framkomnar testir av ítróttaspecifikkum kropsligum førleikum. Testútgerðin er framkomin, og er sama útgerð, sum verður nýtt í vísindaligum arbeiðsfysiologskum kanningum, og er hon tískil vísindaliga validerað.

Samstundis ber til at fáa útgreinað testúrslitini fysiologiskt, so at tey kunnu nýtast at meta um støðið á ymiskum fysiologiskum skipanum, sum hava árin á kropslig avrik og tískil brúkast praktiskt í dagligu venjingini til at arbeiða skipað ímóti betri avrikum og úrslitum.

Á HPL ber til at gera viðkomandi testir fyri úrvalsítróttafólk í bæði stutt- og langteinaítróttum, bóltspølum, umframt arbeiðsfysiologiskar testir av bein og arm serstøkum arbeiði.”

Í nógv ár og serliga síðani peningur til úrvalsítróttafólk varð játtaður á løgtingsfíggjarlógini, hevur tað verið eitt mál hjá ÍSF at arbeiða fyri, at eitt slíkt testsentur varð sett á stovn í Føroyum. Við stuðli frá Vinnuframa og í góðum samskifti/samstarvi millum granskarar á Landssjúkrahúsinum, Deildina fyri Arbeiðs- og almannaheilsu (Pál Weihe), Fróðskaparsetrið (Magna Mohr) og Ítróttasamband Føroya hevur tað nú eydnast, at eitt slíkt sentur er tøkt. Hetta fegnast vit mikið um og heilsa hesum væl komnum.

So fara vit at heita á sersambondini at eggja sínum ítróttafólkum at nýta hendan møguleikan, sum fer at menna ítróttagransking í Føroyum, umframt vitanarsamspælið ímillum vísindaliga gransking og praktiska ítróttaumhvørvið.

Í nevnda skrivi frá iNOVA eru settar upp 10 ymiskar testir, ið møguleiki er at gera longu nú.

Testir kunnu bíleggjast við at venda sær til Magna Mohr magnim@setur.fo ella Janus Vang jv@inova.fo

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.