Ítróttasamband Føroya vil við hesum takka Pál Joensen og venjara hansara Jón Bjarnason fyri teirra luttøku í OL 2012 í London.

Á 400 m var Pál nær við finalupláss, í 4×200 m átti hann høvuðsábyrgdina av, at Danmark yvirhøvur kom við til OL, og á 1.500 m stríddist hann væl, hóast dagurin ikki var hansara.

Eins og á yndisteini hansara, 1.500 m frí, er langur vegur á mál, og Pál fer nú undir komandi avbjóðingar við sínum OL-royndum í skjáttuni.

Pál Joensen hevur nú víst vegin til Olympisku Leikirnar fyri øðrum føroyskum ítróttarfólkum – frá venjingini í Vági til kappingar og venjingarlegur úti í stóra heimi.

Ítróttasamband Føroya fegnast samstundis um peningin til úrvalsítrótt, sum Løgtingið hevur játtað seinastu árini. Hesin peningurin hevur í stóran mun gjørt fyrireikingarnar hjá Páli møguligar.

Tað er alneyðugt, at hesin stuðul heldur fram, so føroyska tjóðin í framtíðini eisini kann savnast um stórar løtur sum hesar – tá ein føroyingar kappast á fremstu røð, í Heimsmeistaraskapum ella Olympiskum Leikum.