+298 312606 - isf@isf.fo

Tað loysir seg at íðka ítrótt

-Firouz Gaini hugleiðir um ítrótt

Tá børn og ung kring landið savnast til venjing og spæl, impotent treatment sum ítróttafeløgini eru karmur um, cheap so eiga vit sum samfelag at virðismeta hesa sannroynd, generic tí nýggj kanning staðfestir, at skipað ítróttavirksemi hevur størri týdning fyri heilsu og trivnað ungdómsins enn áður hildið. Tað er eyðvitað onki nýtt í at ítróttin sum kroppsvenjing sum heild styrkir heilsuna hjá hvørjum einstakum íðkara, men lítið hevur verið tosað um skipaða ítróttarvirksemið sum munadygga ‘fyribyrging’ ímóti lívsstílum, sum kunnu sigast at vera ‘heilsuskaðiligir’ og í ringasta føri elva til misnýtslu. Hetta er nú sligið fast í íslendsk-føroyskari verkætlan (2012) um ung í 15-16 ára aldri í grannalondunum í útnorði.

Ítróttur og annað frítíðarvirksemi er ein avgerandi faktorur, tá kannað verður, hví ung antin trívast ella mistrívast, eru á tryggari kós ella á vandaleið. Hetta kann eisini býtast sundur í skipað og óskipað frítíðarvirksemi. Tað vísir seg, sambært tølum úr Íslandi, har ungdómskanningar av hesum slag hava verið gjørdar í meira enn tjúgu ár, at skipaðu frítíðarítrivini hava sterkastu jaligu ávirkanina, tá hugt verður at trivnaðinum og framtíðarútlitunum hjá ungdóminum. Her er neyðugt at hugsa nærri um tíð og umhvørvi: Hvussu nógva tíð brúkar tú til hvat? Hvørjum ert tú saman við, tá tú fert til ítrótt ella annað frítíðarvirksemi? Tað vil siga, at fyribyrgingin kann liggja í at útiloka aðra vágiliga (risiko faktorur) ‘tíðarstytting’.

Hóast vit ofta hoyra, at føroyingar er sera raskir at íðka ítrótt, so blikna vit í samanbering við íslendingar. Úrslitið hevði kanska verið øðrvísi, um vit samanbóru okkum við til dømis Danmark ella Noreg. 56 prosent av íslendska ungdóminum (í kanningini frá 2012) sigur seg luttaka í likamligari venjing ella ítrótti í minsta lagi fýra ferðir um vikuna. 38 prosent av føroyska ungdóminum sigur tað sama. Hyggja vit at undirhalds- og frítíðarvirkseminum sum heild, so siga 48 prosent av íslendingunum seg luttaka í skipaðum virksemi í minsta lagi eina ferð um vikuna. Føroyska úrslitið er einans 27 prosent. Hví er munurin so stórur?

Her kann nevnast, at íslendingar heilt síðan teir fóru ígongd at gera sínar afturvendandi skúlaspurnakanningar um trivnað, frítíð og heilsu, hava havt eitt tætt samstarv millum granskarar, myndugleikar og lokalsamfelag – ítróttarfeløg, frítíðarfeløg, foreldur, samkomur, skúlar o.s.fr. Sostatt hava allir viðkomandi partar so at siga lyft ‘byrðuna’ saman. Og úrslitið er, at rúsdrekka- og rúsevnanýtslan hjá ungdóminum er farin niður, ár undan ári, meðan frítíðarvirksemið, ikki minst innan ítróttarumhvørvið, hevur verið støðugt vaksandi. Her, meti eg, at vit hava nógv at læra. Við øðrum orðum, so kann fjølbroytta skipaða ítróttarvirksemið, sum grundar á virðiliga og fólkaræðisliga viðferð av teimum luttakandi børnunum og ungdómunum vera ein nógv sterkari fyribyrgjandi máttur enn fyrr hildið.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.