+298 312606 - isf@isf.fo

Sverri og Heðin (tala hjá Óla Holm)

 

Hesa talu helt Óli Holm fyri Heðin og Sverra í Listaskálanum

Eg fari at loyva mær við hetta høvi at bera fram nøkur fá orð frá Fótbóltssambandi Føroya til Sverra Midjord sum hevur sitið í starvsnevnd ÍSF’s í heili 42 ár og sum hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali á aðalfundi ÍSF’s í morgin og til Heðin Mortensen ÍSF-forseta sum hevur verið ÍSF-forseti seinastu 25 árini.

Til Sverra

Eitt 42 ára skeið sum starvsnevndarlimur og varaforseti í ÍSF er ikki hvørjum manni beskorið, og tá tú í morgun nevndi fyri mær,at tú hevur verið við til 50 aðalfundir í ÍSF vil tað siga, at tú fyrstu ferð var á aðalfundi í ÍSF fyrst miðskeiðis í 50-unum, og man tað uttan iva vera eindømi í føroyskari ítróttarsøgu.

Eg haldi, at eg fari ikki skeivur, tá eg sigi at tú hevur halgað alt títt lív til gagns og sóma fyri onnur – hevur frá ungum árum verið virkin innan fjølbroytt ítróttarlív á Tvøroyri og er ærukærur sum fáur, og tað er avgjørt ein dygd.

Tú ert bersøgin, men tú hevur altíð dugað at tikið til og at skemta, um so undirtónin við hvørt hevur hug at vinna á yvirtónanum. Soleiðis er tað mangan hjá okkum suðringum.

Gjøgnum hesi mongu ár hava vit kenst í rættuliga nógv ár.
Fyrsta sinni okur møttust var kortini ikki innan fótbóltin, men innan borðtennis, sum tú jú eisini hevur íðkað nú skjótt ein heilan mansaldur, og var tú eisini okkum ungu í Vágs Borðtennisfelag hollur stuðul.

Nú tú gevst í starvsnevnd ÍSF’s fari eg inniliga at takka tær fyri megnararbeiði í heimbygdini og ikki minst øllum Føroyskum ítrótti at frama – tað er við sorgblídni við siga farvæl til aktiva leiklut tín innan ítróttina, og fari eg her vegna fótbóltsheim okkara at ynskja tær mong góð ár framyvir.

Til Heðin

Tá Heðin í sjeytiárunum gjørdist limur í Róðrardeild ÍSF’s var tað neyvan nakar sum væntaði at Heðin fór so at stórtrívast, at hann longu í 1980 skuldi gerast ÍSF-forseti.

Heðin hevur sum fáur dugað at siglt og lagt á, har tað var gjørligt og hava frambrotini innan føroyskan ítrótt verið sjónlig – bæði fíggjarliga, ítróttarliga og tøkniliga og hesi viðurskifti hanga saman um vit skulu gera okkum hugsan um størri avbjóðingar á hægri stigi.

Við Heðin sum ÍSF-forseta í hesi seinastu 25 árini hevur føroyskur ítróttur altíð havt ein góðan, dugnaligan og virðiligan umboðmann, og ikki minst hevur hann dugað at tryggja stabilitet – tryggleika, nakað sum vit í ov stóran mun taka sum eina sjálvfylgju, men sum nógvastaðni er ein mangulvøra.
Og man ikki júst hesi evnini og viljin til samstarv vera meginorsøkin til langveru hansara í hesum annars kravmikla starvi?

Vit í fótbóltssambandinum hava altíð havt eitt sera gott og virðismikið samstarv við Heðin og hevur hetta samstarv sostatt lættað munandi um frambrot okkara herheima eins og út í altjóða fótbóltsheimin.

Nú tú fert um silvurárið fari eg vegna Fótbóltssambandið at takka tær hjartaliga fyri stóra leiklut tín at vinna ítróttinum sømdir, ið hava ment førleikar okkara at taka á okkum framtíðar avbjóðingar.

At enda fari enn einaferð at takka tykkum báðum fyri avgerandi og virðismikla íkast tykkara til føroyskan ítrótt og ynskja tykkum alt tað besta á ymisku leið tykkara framyvir.

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.