+298 312606 - isf@isf.fo

Stórar avbjóðingar í Sandoynni

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Starvsnevndin hevur saman við umsitingini sett sær fyri at røkka út til øll feløg í landinum.

Mikukvøldið tann 29 januar setti starvsnevndin og umsitingin í ÍSF ítróttarfeløgunum á Sandoynni stevnu. Skipað var fyri einum sonevndum evniskvøldi, viagra har umboð fyri ítróttafeølgini á Sandi vóru við. Tað eru bert 2 feløg á Sandi; B71, cialis sum umboðar fótbólt, ed hondbólt og flogbólt og Sands skjótifelag. Í alt 10 fólk møttu upp – og allar ítróttargreinarnar vóru umboðaðar.

Fundurin var hildin í spildurnýggju ítróttahøllini á Sandi. Vit fingu høvi at síggja høllina og sigast má, at høllin er sera snotulig og so avgjørt  ein góð íløga.

ÍSF greiddi frá, hvussu ÍSF er skipað, og hvørji rættindir og skyldur feløgini hava mótvegis ÍSF. Evnini á fundinum vóru doping, tryggingarviðurskiftir, etisku leiðreglurnar, leikmeti, skeiðsvirksemi, skattaviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur, skrásetingarskipanin strandferðslukort og onnur viðkomandi evnir. Tað er ongin loyna at feløgini á Sandoynni hava stórar avbjóðongar. Torført er at halda uppá ungdómin, sum søkir sær avbjóðingar í fastlandinum, so ítróttarligu avbjóðingarnar gerast alsamt meira torførar. Men umboðini fyri feløgini í Sandoynni hava gott mót – og við nýggju ítróttahøllini, sum varð tikin í nýtslu í november 2013,  sær eitt sindur bjartari út.

Nógv limafeløg kring landið merkja væl, at tað til tíðir er tungt fíggjarliga at reka eitt ítróttafelag. Og soleiðis er eisini á Sandi. Hóast tøkini eru tung og fíggarliga er sera torført at fáa alt at hanga saman. So vóru umboðini við gott mót.

ÍSF fegnast um góðu uppmøtingina og góða kjakið, sum var. ÍSF fekk eitt gott innlit í tær avbjóðingarnar,  sum feløgini á Sandoynni hava.

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.