+298 312606 - isf@isf.fo

Starvslýsing

 

 

 

 

 

 

 

 

Ítrótta- og ungdómsgáðgevi til Ítróttasamband Føroya.

Fyri ítrótta- og ungdómsráðgeva í barnsburðarfarloyvi søkir Ítróttasamband Føroya eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 1. august 2011.

Ítrótta- og  ungdómsráðgevin arbeiðir á skrivstovuni hjá Ítróttasambandi Føroya. Arbeiðið fevnir um at skipa fyri skeiðum og útbúgving av leiðarum og venjarum í ítróttafeløgum. Ráðgevin skipar eisini fyri upplýsingarátøkum. Ein partur av arbeiðinum er eisini at ráðgeva sersambondum og ítróttafeløgum. Ráðgevin tekur, sale í tann mun tað er neyðugt, therapy eisini lut í dagliga arbeiðinum á skrivstovuni.

Nakað av arbeiðinum er skipað í verkætlanum.

Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur hóskandi útbúgving og dugir enkst og norðurlendskt í skrift og talu.

Ráðgevin skal hava góðar førleikar at samskifta og samskipa og skal arbeiða sjálvstøðugt.

Roknast kann við, at partur av arbeiðinum er um kvøldið og í vikuskiftunum.

Løn og setanarviðurskifti verða eftir avtalu.

Freistin at søkja er fríggjadagin 27. mai 2011.

Umsóknin skal sendast til:

Ítróttasamband Føroya
Postboks 223
FO-110 Tórshavn
ella til pep@isf.fo

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Anniku H. Lindenskov ítrótta-og ungdómsráðgeva tlf: 282331 ella Petur Elias Petersen, forseta tlf: 210299.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.