+298 312606 - isf@isf.fo

Aðalskrivari til Ítróttasamband Føroya

Les starvslýsing her: ÍSF starvslýsing aðalskrivari

Ítróttasamband Føroyar er farið undir at umskipa og menna leiðslubygnaðin. Í hesum sambandi søkir ÍSF eftir einum aðalskrivara, sum skal hava dagligu leiðsluna av ÍSF og skal standa á odda fyri dagligu umsitingini.

Aðalskrivarin vísir til forsetan.

Arbeiðsøkini eru m.a.

– skrivari hjá starvsnevndini og øðrum nevndum

– ábyrgd av dagligari leiðslu

– útinna avgerðir hjá aðalfundi og starvsnevnd

– starvsfólkaleiðslu

– ábyrgd av fíggjarætlanum og dagligum rakstri

– ábyrgd av sponsoravtalum

– ábyrgd av altjóða sambondum

Vit kundu hugsað okkum at aðalskrivarin hevur hesar førleikar:

– duga væl føroyskt, norðurlendskt og enskt og møguliga onnur mál

– viðkomandi útbúgving

– leiðsluroyndir frá privatum/almennum fyritøkum/stovnum

– duga og vera vanur við at samráðast

Tað er ein fyrimunur at aðalskrivarin hevur ítróttaligar royndir, kunnleika til og áhuga fyri ítrótti.

Vit hugsa okkum ein ágrýtnan og virkisfúsan aðalskrivara, sum hevur sum fremsta mál framhaldandi at vera við til at menna ÍSF og føroyska ítrótt sum heild. Eyga fyri javnvágini millum úrvals- og breiddarítrótti hevur stóran týdning.

Vit leggja dent á at viðkomandi hevur góð samstarvs- og diplomatisk evni, og viljin at byggja brýr millum ÍSF og politisku skipaninar má vera í topp.

Áhugi fyri umsiting er neyðugur og viðkomandi skal vera motiveraður av at finna og kunna skapa nýggjar arbeiðshættir millum ymisku áhugamálini í føroyskum ítrótti.

Løn sambært avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið, kann tú ringja til Elin H. Joensen, forseta á telefon 222333, ella Jon Hestoy, varaforseta á telefon 594555. Ella lesið meira um starvið á www.isf.fo/starv

Skrivlig umsókn kann sendast til:

Ítróttasamband Føroya
ÍSF-Húsið
Postsmoga 223
FO-110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan „Aðalskrivari“.
ella til starv@isf.fo, í seinasta lagið 9. januar 2017.

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.