Heiðurskrossur – Stjórn ÍSF stovnaði í 1999 eina heiðursviðurkenning, sum er ein krossur at bera á bringuni, líkur krossinum í ÍSF-merkinum. Hendan viðurkenning kann latast núverandi og fyrrverandi ítróttaleiðarum. Stjórnin samtykti at heiðra fimm fólk fyri starv teirra føroyskum ítrótti at frama.

Gullmerki ÍSF’s við bjálka verður latið heiðurslimum ÍSF’s og form. tess. Stjórnin tekur avgerð um heiðurslimir eftir tilmæli frá starvsnevndini.

Gullmerki ÍSF við bjálka verður latið heiðurslimum ÍSF’s og formonnum tess. Umboðstingið/aðalfundurin tekur avgerð um heiðurslimir eftir tilmæli frá starvsnevndini.

Gullmerki ÍSF verður latið teimum, sum hava sitið sum formenn/forkvinnur í sersambandi undir ÍSF í fimm ár. Gullmerki ÍSF’s verður eisini latið føroyingum og útlendingum, sum hava gjørt munagott arbeiði føroyskari ítrótt til frama. Stjórnin tekur avgerð um hetta eftir tilmæli frá starvsnevndini. Møguleiki er hjá sersambandi at tilmæla persónar.

Silvurmerki ÍSF verður latið formonnum/forkvinnum í sersambandi undir ÍSF. Verður eisini latið nevndarlimum í sersambondum, sum hava sitið meir enn fimm ár. Starvsnevndin kann eisini lata øðrum, ið hon heldur tað hava uppiborið, silvurmerkið.

Vanliga ÍSF-merkið verður uttan serligar treytir latið ítróttafólki og øðrum.

Skráseting av givnum heiðursmerkjum verður innført í serliga gerðabók og lagt á heimasíðuna.