Á viðheftu pdf-fíluni ber til at síggja, hvussu føroyingar kappast á Oyggjaleikunum á Bermuda.

Tak skránna niður her. (248 kb pdf)

Fremri parturin er eitt samlað yvirlit yvir kappingarnar hjá føroyingum dag fyri dag. Aftari parturin vísir ítróttagrein fyri ítróttagrein.

Føroyska ferðalagið hevur fingið skránna umborð á flogfarinum í morgun, og nú verður hon so løgd út her.

Sjálvt tá leikirnir eru byrjaðar, kunnu broytingar koma fyri. Tí er skráin vegleiðandi. Víst verður í hesum sambandi til almennu heimasíðurnar hjá leikunum:

natwestislandgames2013.com

natwestislandgames2013results.com