Skeið fyri venjarum, hjá børnum og ungum
– Ítróttur fyri børn og ung.

 

Tann 13-14 apríl 2012 verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjarum og leiðarum hjá børnum og ungum.

 

Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin kl. 09.00 til 17.00.

Evni:

–          Ítróttanámsfrøði

–          Ítróttaumhvørvi

–          Menning hjá børnum

–          Venjing

–          Trygd og ábyrgd

–          Etikkur og moralur

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, so tá er gott við ítróttaklæðum.

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum.  Hetta er fyrri partur av Venjara 1.  Skeiðini eru í samsvar við ENSSEE, The European Network of Sports Science, Education and Employment.

Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:

–          Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt

–          Tú  lærir nakað um námsfrøði, venjingar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.

–          Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

 

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur. Pláss er fyri 24 luttakarum

Skeiðshaldari: Ulrik Balle, DIF

Tilmelding

Tilmelding er neyðug og tilmeldingarfreistin er fríggjadagin  tann 30 mars. Boðað frá luttøku til skrivstovan@isf.fo.  Tilmeldingin er bindandi.  Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Jarvin á telduposti jfh@isf.fo ella á tlf.: 280706

.