Til
Kringvarp Føroya
Norðari Ringvegur
Postboks 328
110 Tórshavn
” 
Stílað til Jógvan Jespersen

ÍSF hevur vent sær til mín í sambandi við skriv tykkara 2. juni 2006, har Kringvarpið heitir á ÍSF um skjótast gjørligt og í seinasta lagi í dag at taka stig til, at reglugerð hjá Fótbóltssambandi Føroya viðv. fjølmiðlum á ítróttarøkjum verður tikin aftur, og at partarnir skula koma ásamt um, hvussu grein 5 í sáttmálanum millum ÍSF og Kringvarp Føroya frá 28. februar 2006 skal tulkast.

Í nevnda skrivi verður eisini boðað frá, at um ÍSF ikki ger eftir hesum boðum, ætlar Kringvarp Føroya at leggja málið fyri ein gerðarrætt sambært grein 8 í sáttmálanum.

Sum kunnugt hevur ÍSF sent skriv til Kringvarp Føroya dagfest 24. mai 2006, har ÍSF ger vart við, at Kringvarp Føroya ikki hevur yvirhildið høvuðssáttmálan.

cheaper viagra levitra cialis

Út frá skrivi tykkara frá 2. juni 2006 er eftir míni metan mangt sum bendir á, at Kringvarp Føroya ikki vil viðurkenna tann einfalda veruleika, at føroyski ítrótturin í rættiligan stóran mun verður fíggjaður við inntøkum frá stuðulsveitarum. Føroyski ítrótturin kann ikki vera hesa inntøkur fyri uttan.

Júst av hesi orsøk er í grein 4 í sáttmálanum frá 28. februar 2006 ásett, at Kringvarp Føroya skal viðurkenna, at kappingar og deildir í ávísum førum bera nøvn hjá ískoytisveitarum.

Henda staðfesting kemur eisini til sjóndar í notati til høvuðssáttmálan, sum báðir partar hava undirskrivað, sum ásetir, at Kringvarp Føroya skal nevna røttu heitini á deildum og kappingum í tann mun, hetta er nátúrligt og hóskiligt.

Av málinum framgongur, at Sjónvarp Føroya ongantíð síðani føroyska lands- og steypakappingin byrjaði hevur nevnt rætta heitið á deildunum innan føroyska fótbóltin, herundir at fremsta deildin í mansfótbólti ber heitið “Formuladeildin”.

Eftir míni metan er hesin atburður greitt í stríð við grein 4 í høvuðssáttmálan frá 28. februar 2006 og tað notat, sum er gjørt í samband við sáttmálan.

 

Sum kunnugt eru tað eisini onnur viðurskifti sum gera, at ÍSF metur, at Kringvarp Føroya ikki hevur yvirhildið høvuðssáttmálan.

Sambært grein 5 er ásett, at Kringvarp Føroya skal viðurkenna, at fyriskipari, felag og/ella sersamband hava ræðisrætt á ítróttarøki sínum, tað veri seg ítróttarhúsi ella leikvølli.

Ætlar Kringvarp Føroya at taka upp dyst ella senda frá dysti, skal hetta gerast í samráð við fyriskiparan frammanundan.

Sum nevnt í skrivi frá ÍSF til Kringvarp Føroya frá 24. mai 2006 er fleiri ferðir komið fyri, at Kringvarp Føroya hevur brotið hesa áseting tí sjónvarpið er farið inn á økir uttan loyvi frá fyriskiparanum á staðnum. Hetta kom m.a. til sjóndar í einum dysti millum HB og KÍ, tá sjónvarpið kom inn á økið uttan loyvi frá fyriskiparanum og gjørdi samrøður við leikarar.

ÍSF er eisini av teirri áskoðan, at tann reglugerð, sum Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt viðvíkjandi fjølmiðlum á ítróttarøkjum, heldur seg innan ásetingarnar í høvuðssáttmálanum millum ÍSF og Kringvarp Føroya frá 28. februar 2006.

Skriv tykkara frá 2. juni 2006 broytir ikki støðutakanina hjá ÍSF hesum viðvíkjandi.

Eg skal tí boða frá, at ÍSF ikki ætlar at taka stig til at áleggja FSF at taka aftur nevndu reglugerð.

Sum advokatur fyri ÍSF skal eg somuleiðis boða frá, at ÍSF tekur fyrivarni um at heva høvuðssáttmálan við Kringvarp Føroya vegna munandi mishald. Víst verður til tær umstøður, sum eru nevndar frammanfyri.

Eg skal tí eisini boða frá, at ÍSF tekur fyrivarni um at leggja málið fyri ein gerðarrætt við kravi um, at sáttmálin verður settur úr gildi vegna munandi mishald, og at ÍSF kann krevja endurgjald frá Kringvarpi Føroya vegna hetta mishald.

Leggja tit málið fyri ein gerðarrætt, vænti eg at frætta aftur hesum viðvíkjandi.

 

Vinaliga

 

Christian Andreasen, adv.
cfa@jura.fo