+298 312606 - isf@isf.fo

Reglugerð fyri heiðursmerki

Gullmerki ÍSF við bjálka verður latið heiðurslimum ÍSF’s og formonnum tess. Umboðstingið/aðalfundurin tekur avgerð um heiðurslimir eftir tilmæli frá starvsnevndini.

Gullmerki ÍSF verður latið teimum, erectile cheap sum hava sitið sum formenn/forkvinnur í sersambandi undir ÍSF í fimm ár.

Gullmerki ÍSF verður eisini latið føroyingum og útlendingum, sum hava gjørt munagott arbeiði føroyskari ítrótt til frama. Starvsnevndin tekur avgerð um hetta. Møguleiki er hjá sersambandi at tilmæla persónar.

Silvurmerki ÍSF verður latið formonnum/forkvinnum í sersambandi undir ÍSF. Verður eisini latið nevndarlimum í sersambondum, sum hava sitið meir enn fimm ár. Starvsnevndin kann eisini lata øðrum, ið hon heldur tað hava uppiborið, silvurmerkið.

Vanliga ÍSF-merkið verður uttan serligar treytir latið ítróttafólki og øðrum.

Skráseting av givnum heiðursmerkjum verður innført í serliga gerðabók og lagt á heimasíðuna.

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.