+298 312606 - isf@isf.fo

Røða, sum forsetin helt á móttøkuni hjá Havnar Svimjifelag, í samband við at felagið er 75 ár

Góða Havnar Svimjifelag

Tað er sanniliga ein stór løta, anabolics nú vit kunnu savnast um at hátíðarhalda 75-ára dagin hjá tykkum, erectile sum var tann 8. september.

Vit kunnu eisini fegnast um, at felagið, hóast 75 ár á baki, er líka spelkið og raskt sum unglingurin.

Tøkkina eiga tit uppibornað, sum í dag mynda virksemið í felagnum – nevnd, leiðarar, venjarar, íðkarar og foreldur – og øll tey, sum undan tykkum hava havt hesar leiklutirnar.

75 ár er eitt langt tíðarskeið. Tískil eru nógv dømi um familjur, har ættarlið eftir ættarlið hevur havt sína føstu gongd i felagnum. Tað er slíkt, sum skapar søguna hjá felagnum og sum skapar serligu mentanina ella “sálina” – tað, sum vit, uttan at seta orð á, kenna á okkum, tá vit hugsa um HS.

Havnar Svimjifelag hevur á mongum økjum gingið á odda innan svimjiítróttina – bæði tá um kappingar- og úrvalsítrótt ræður, og innan motionssvimjing. Svimjarar hjá felagnum eru sjónligir á føroyska ítróttarpallinum og í altjóða kappingum.

Í so máta er felagið ímyndin av tí, vit ynskja innan ítrótarrørsluna – eitt gott og trygt stað hjá okkara børnum og ungum at læra at svimja og at menna seg likamliga og sosialt, eitt venjingar- og kappingarstað, sum vísir veg innan føroyska ítróttarlívið, og eitt stað hjá okkum vaksnu og tilkomnu at fáa betra um heilsuna.

Tá vit eru í svimjihøllini, síggja vit hvørja ferð, hvussu stóran týdning svimjiítróttin hevur fyri føroysku fólkaheilsuna. Øll – fra nýføðingum til 75-ára gomul og eldri – finna gleði í at íðka ítrótt í vatni. Møguleikarnir at svimja eru ikki tengdir at veðrinum úti, og flest øll kunnu, uttan at taka atlit til rørsluførleikar annars, vera virkin í einum svimjihyli.

Havnar Svimjifelag er ein natúrligur partur av Svimjihøllini og teimum kørmum, sum hava verið hesi 75-árini.

Vón okkara er, at karmarnir hjá Havnar Svimjifelag fara at menna seg saman við felagnum, soleiðis at tað er hugurin og virkisfysnið hjá felagnum, sum stýra virkseminum, og ikki teir fysisku karmarnir. Tað hevði sømt seg, um umstøðurnar vórðu betraðar, og er tað okkara vón, at tær verða tað í nærmastu framtíð.

Eg vil vegna Ítróttasamband Føroya ynskja tykkum í Havnar Svimjifelag hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum. Vil samstundis ynskja tykkum bestu eydnu í framtíðar virksemi tykkara.

Takk fyri

Petur Elias Petersen, forseti
Ítróttasamband Føroya

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.