oskar
Deildarsambandið fyri nýstovnaðan ítrótt, DSNÍ, hevur á nevndarfundi 09. november 2009 samtykt reglugerð fyri úttøku av golflandsliði til oyggjaleikirnar.

Vald verður ein 4-manna nevnd at hava ábyrgdina av landsliðsúttøkuni. Tey Føroysku golffeløgini velja 2 limir og DSNÍ velur 2 limir, har annar av limunum hjá DSNÍ verður formaður.

Úttøkunevndin til komandi oyggjaleikir sær soleiðis út:
Harlad Eirikstoft form. valdur av DSNÍ
Eyðfinn Egholm valdur av DSNÍ
Jóanes Dalsgarð valdur av golffeløgunum í Føroyum
Mogens Brix valdur av golffeløgunum í Føroyum

Kravt verður, at golfleikari skal hava eitt handikapp á í mesta lagi 18 fyri at kunna vera úttikin til Oyggjaleikalandsliðið, og viðkomandi skal lúka tey krøv, ið annars verða sett fyri luttøku á Oyggjaleikunum. Einki krav verður sett til handikap við tilmelding til úttøkukappingarnar.

Reglugerðin kan lesast her