+298 312606 - isf@isf.fo

Ráðstevna um kvinnur í ítrótti


Hósdagin 5. mai 2011 kl. 19.30, cough skipar Ítróttasamband Føroya fyri ráðstevnu
Í Norðurlandahúsinum

Hóast hagtøl benda á, erectile at kynsbýtið av limum í føroyskum ítrótti er javnt, vcialis 40mg eru kvinnurnar undirumboðaðar í formanssessum og nevndarsessum. Hetta er ikki ørðvísi enn í føroyska samfelagnum sum heild.

Í stjórn ÍSF, sum er ovasti myndugleiki innan føroyskan ítrótt, eru bert 10% kvinnur. Vit vita, at nógvar kvinnur gera eitt gott arbeiði fyri føroyskan ítrótt, men ítrótturin hevur eisini brúk fyri, at kvinnur síggjast aftur í nevndararbeiði.

Hví er tørvur á bæði kvinnum og monnum – blíva avgerðirnar betri av hesum? “Vit vilja fegin hava fleiri kvinnur í nevndina, men tær stilla ikki upp” – sigur formaðurin. “Eg vil gjarna verða partur av leiðsluni, men tey velja meg ikki”, sigur kvinnan.

ÍSF hevur fingið samband við tvær sera áhugaverdar kvinnur, sum arbeiða við javnstøðu, Tine Teilmann og Anette Steen Pedersen, sum fara at geva teirra boð uppá hesar og aðrar spurningar. Tine Teilmann arbeiðir við javnstøðu innan altjóða og danskan ítrótt, og Anette Steen Pedersen arbeiðir í vinnuni. Anette Steen Pedersen hevur m.a. royndir frá Danmarks Radio, Alheimsbankanum og ymiskum privatum felagsskapum. Eisini hevur hon royndir frá Danska Ítróttasambandinum.

Kostnaður: Tiltakið er ókeypis.

Endamál: Endamálið við ráðstevnuni er at virka við til, at umstøðurnar hjá bæði kvinnum og monnum, sum sita í nevndum blíva betri, at talið av kvinnum í nevndum økist og at varpa ljós á, hvussu tilfeingið hjá kvinnum kann gagnnýtast í nevndararbeiði.

Málbólkur: Øll áhugaði eru vælkomin.

Vælkomin: Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti

Fyrilestrar:

Det er sjovt at bestemme, – også for kvinder… – Fra praktiker til idrætspolitiker.

Tina Teilmann

Alle talenter skal i spil… Hvordan får vi både kvinder og mænd ind i ledelse og bestyrelser, ind der hvor beslutningerne træffes og ansvar skal tages.

Anette Steen Pedersen

Óluvá Zachariassen leiðir dagin

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.