Góðu svimjarar og tit í ÍSB!
Í dag eru svimjarar úr øllum landinum savnaðir til føroyameistarakapping her í Svimjihøllini í Gundadali.
Vit kunnu síggja fram til ikki færri enn 16 ymsar kappingar, og kunnu vit óivað vænta okkum spennandi spurtir og tung tøk, áðrenn komið er á mál.
Føroyameistarakappingar eru altíð nakað serligt – ikki bara fyri tey, ið vinna, men so sanniliga eisini fyri øll hini, sum eru við.
Bara tað, at vera við í kappingini um at gerast bestur í Føroyum, er eitt mál í sær sjálvum, og tit, sum nú fara at kappast, eru øll vinnarar, tí tit eru við.
Hetta, at seta sær mál, hevur í meiri enn 30 ár verið ein hon størsta styrkin hjá Ítróttasambandinum fyri brekað – ella ÍSB, sum vit vanliga rópa tað.
Tit eru miðvís í tykkara arbeiði, ið gjøgnum árini hevur verið so sera gevandi fyri øll tykkum, ið hava kappast og íðka ítrótt, eins væl og fyri okkum, sum fylgja við.
Stuttligt er at síggja, at tit bjóða bæði børnum, ungum og nýbyrjarum annars ein møguleika at gera seg galdandi, og tykkara stóra arbeiði er sanniliga ikki til fánýtis.
Svimjingin er størsta og mest framkomna ítróttin hjá ÍSB, og við hesi ítróttagrein hava tit ikki bara laðað tykkum varðar í Føroyum, men eisini í altjóða kapping.
Vit kenna øll tey mongu og glæsiligu úrslit, ÍSB-svimjarar hava vunnið í olympiskum kappingum, eins væl og HM- og EM-kappingum og í norðurlendskum høpi.
Hvørja ferð, tit hava borið heiðursmerki heimaftur til Føroya, hava tit verið ein stór fyrimynd fyri føroyska ítróttaungdómin og øll, ið varða av føroyskari ítrótt.
Fáur hevur sum ÍSB – serliga innan svimjingina – verið við til at sett Føroyar á tað stóra heimskortið, so tit kring allan knøttin hava verið tiltikin fyri góð úrslit og avrik.
ÍSB er nakað, vit øll eru errin og stolt av, tí vit síggja tað stóra virði, sum er í tí stóra sjálvbodna innsatsi, ið liggur aftan fyri alt tað, tit hava fingið og fáa av skafti.
Við toli og hjálpsemi venja tit hesi mongu, ið fáa gleði av at vera saman og at íðka ítrótt á so høgum stigi, sum tað yvirhøvur ber til.
Eitt úrslit av hesum ótroyttiliga arbeiði síggja vit í dag, nú okkara bestu svimjarar fara at kappast um tey ymsu føroyameistaraheitini.
Tað gleða vit okkum til, og við hesum fáu orðum vil eg lýsa kappingina at vera setta.