+298 312606 - isf@isf.fo

Nýggj tíðarrokning í ÍSF

Røða, ailment sum Høgni í Stórustovu, order FSF-forseti, buy helt á samkomu í Norðurlandahúsinum í sambandi við at Heðin Mortensen legði frá sær sum ÍSF-forseti  

Góði Heðin

Eg skal vegna FSF takka fyri at verða boðin at siga nøkur orð í samband við, at tú nú fer frá sum ÍSF forseti.

28 ár? Hevur ein ikki tá sitið nóg leingi? Jú allarhelst, men bert einaferð ert tú útfordraður í vali og vann, og merkir tað tú ert og hevur verið rætti forsetin í ÍSF. Illa ber til at klandra fólk fyri at vilja – og megna at standa á odda fyri einum so stórum felagsskapi. Tí tað er ein útsettur og krevjandi postur, og uppgávuna at menna og styrkja ítróttina hevur tú megnað og stýrt væl.

Tá ið tú nú aftaná 28 ár leggur frá tær, so setir tað ÍSF nakrar stórar avbjóðingar, tí tú hevur fylt sera nógv sum forseti. Sjálvur havi eg ikki verið við meir enn nakrar krákumánaðir í stjórn ÍSF’s, men tað er eyðsýnt, at eingin ivi um hvør tað er sum leiðir ÍSF.

Eg trúgvi, at um tú biður fólk á gøtuni nevna okkurt , sum tey meta eyðkennir felagsskapin ÍSF, vilja tey flestu nevna Heðin Mortensen. 

Tað sigur eitt sindur um ÍSF og tað arbeiði, tú hevur lagt eftir teg har, og ikki minst sigur tað nakað um ta avbjóðing, sum aðalfundurin í morgin fer at leggja á antin Sølva ella Annsy.

Í morgin á middegi byrjar ár 0 aftaná Heðin Mortensen í ÍSF tíðarrokningini, og verður tað ein stór uppgáva hjá nýggja forsetanum saman við stjórnini at seta nýggja kós mót nýggjum málum við nýggjum og øðrvísi arbeiðslagi. 

Fyri føroyskan ítrótt og alt samfelagið sum heild, hevur tað avgerandi týdning, at vit hava ein sterkan, rúmligan og hugsjónarligan felagsskap í ÍSF, og tí mugu øll sum varða av ÍSF stuðla og standa aftanfyri komandi ÍSF- forsetan.

Vit báðir hittust einaferð í byrjanin í 80 unum, tá eg starvaðist sum ørindadrongur/køksgenta í Tryggingarsambandinum Føroyar. Blíður, fittur og fyrikomandi sýnsmaður.

Og eg haldi at tað eyðkennir teg í øllum tínum virki, óansæð undir hvørjum hatti tað so er tú leikar. 

Fyrikomandi, blíður, við tí góða viljanum og full drøn á kassan. Tú veitst væl at samdøgrið ikki hevur meir enn 96 korter, so tað má koyrast á hvørt einasta korter. 

Lukku tíð fyri teg, at tú ikki er roykjari, tí so náddi tú neyvan allan tann gerning, tú leggur fyri dagin.Tey siga jú at tað tekur 5 min at roykja eina sigarett.

Nú gevst tú sum ÍSF forseti og seinni í ár er eisini “endaspæl” í kommunudeildini, har tú skal leika finalu sum borgarstjóri, og í finalum er einki sikkurt, spyr bara John Terry ella Lisbeth um tað. Verður tú ikki borgarstjóri aftur eru fleiri møgulleikar.

Tú kundi byrja sjálvstøðugt vinnuvirksemi innan leiðslu í greinini “Persónlig branding”, sum tú meir ella minni hevur gjørt til títt vørumerki.

Tú kundi eisini byrja aftur sum ítróttarmaður, og vildi eg mælt til tú fer at telva. Er tað nakað, sum tú ert emminentur til, so er tað at telva. 

Ta greinina megnar tú sum fáur – langa og trupul telving, snartalv hvørt um annað – óansæð hvussu telva verður, so megnar tú altíð at vera kongur í teim talvum tú luttekur. 

Tú hevur eginleikarnar at fáa talvfólki at telva fyri teg eftir tíni ætlan, og tað er fornemmir eginleikar at hava. 

Ikki minst ert tú og hevur tú verið væl stuðlar av ein fantastiskari frúgv – Hjørdis, sum altíð er blíð, fevnandi og fyrikomandi og hartil Heðin ger hon teg enn meir presentablan.

Eg skal vegna FSF takka fyri gott samstarv øll árini og ynskja tær alt tað besta í framtíðini.

Takk fyri

Høgni í Stórustovu, FSF-forseti
 

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.