+298 312606 - isf@isf.fo

Prince Edward Island tikið seg úr IIGA


Altjóða Oyggjaleikanevndin IIGA boðaði í gjár limum sínum frá, and at Prince Edward Island hevur tikið seg úr felagsskapinum.

Prince Edward Island, ið liggur við kanadisku eysturstrondina, hevur vanliga sent nøkur fá ítróttafólk til oyggjaleikirnar. Tey luttóku í leikunum 1991-93 og síðani frá 1999-2009.

Oyggjaleikanevndin á Prince Edward Island hevur støðugt drigist við manglandi vilja hjá politisku skipanini at stuðla teirra luttøku í leikinum. Fyrr í vár boðaðu tey frá, at tey ikki komu at taka lut í leikunum hesa ferð, og nú hava tey so tikið stigið og meldað seg út úr IIGA.

Hóast Altjóða Oyggjaleikanevndin harmast avgerðina, og at ein av teimum 25 limaoyggjunum fer burtur úr, vísir IIGA á, at eitt pláss í felagsskapinum harvið gerst tøkt til onkra av hinum oyggjunum, sum hava víst felagsskapinum og leikunum áhuga. Limirnir hava higartil hildið fast við, at felagsskapurin í mesta lagi skal hava 25 limaoyggjar, men áhugin at sleppa upp í felagsskapin er stórur.

Ítróttasamband Føroya harmast úrmeldingina og takkar Prince Edward Island fyri gott samstarv hesi árini, men sær samstundis við spenningi fram til tilgongdina, ið kann hava við sær, at ein nýggj limaoyggj verður upptikin.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.