+298 312606 - isf@isf.fo

Oyggjaleikirnir í 2019 verða helst á Menorca

Á aðalfundi hjá Altjóða Oyggjaleikanevndini á Jersey í dag, pills varð samtykt at heimila nevndini í IIGA at gera avtalu við Menorca um at gerast vertur fyri Oyggjaleikunum í 2019.

Leikirnir í 2019 eru teir fyrstu, see har Altjóða Oyggjaleikanevndin, sambært nýggju skipanini, samráðist við áhugaðar vertsoyggjar fyri síðani at gera eitt tilmæli til aðalfundin um, hvør skal fáa leikirnar. Fyrr hava fleiri oyggjar bjóðað uppá somu leikir.

Upprunaliga sýndi Menorca áhuga at skipa fyri leikunum í 2019, meðan Føroyar høvdu ávísan áhuga fyri leikunum í 2021. Seinastu tvey árini hava Føroyar ligið væl fyri at gerast vertur í 2019, men nú verður mett, at Menorca er betur til reiðar at hýsa Oyggjaleikunum í 2019, og tí hava tey fingið leikirnar.
Altjóða Oyggjaleikanevndin hevur havt tætt samband við Oyggjaleikanevndirnar á Menorca og í Føroyum, og hevur samstundis fylgt væl við í teimum útbyggingarætlanum, sum hava verið í báðum støðum. Í hesum sambandi vitjaði Altjóða Oyggjaleikanevndin í Føroyum á vári 2013.

Ein orsøk til, at Menorca verður mett at vera betur fyri at hýsa leikunum í 2019, er, at størsta verkætlanin í samband við einar ætlaðar leikir í Føroyum – golfvøllurin á Glyvursnesi – er seinkað. Kravda talið av ítróttagreinum á hvørjum oyggjaleikum er 12-14. Føroyar kunnu við ábøtum, m.a. innan bogaskjóting, hýsa teimum fyrstu 10. Men vit mangla umstøður til golf og skjóting, sum eftir ætlan skulu vera 11. og 12. ítróttagreinin.
Ætlanin og ynskið hja ítróttini hevur alla tíðina verið, at bøttar umstøður hjá ítróttini skuldu standa eftir sum ein varði frá leikunum, eins og í 1989, tá økið til frælsan ítrótt á Toftum varð gjørt. Ynskið er, at leikirnir eru annað og meiri enn bert eitt vikulangt tiltak.

Ítróttasamband Føroya ynskir Menorca bestu eydnu við leikunum í 2019, og heldur annars áfram við at arbeiða fyri, at leikirnir koma aftur til Føroya, vónandi í 2021.

Um hetta skal gerast veruleiki, er neyðugt, at ætlaðu verkætlanirnar við golfvølli og bøttum umstøðum til skjóting og bogaskjóting verða framdar, og at arbeiðið við golfvøllinum fer í gongd í heyst ella í seinasta lagi á vári 2015.

Ítróttasamband Føroya fegnast um, at myndugleikarnir í Føroyum stuðla ætlanini at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroyar.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.