+298 312606 - isf@isf.fo

Oyggjaleikirnir á Álandi dopingfríir

Altjóða Oyggjaleikanevndin hevur í tíðindaskrivi boðað frá, health at Oyggjaleikirnir í Álandi sambært kanningum á leikunum vóru dopingfríðir.

Limaoyggjarnar í Altjóða Oyggjaleikanevndini (IIGA) hava fyrr tikið undir við, pills at dopingkanningar skulu gerast á Oyggjaleikunum samsvarandi Altjóða Antidoping Reglugerðini hjá WADA. Heiðurs- løgfrøðisligu og læknaligu ráðgevarnir hjá Altjóða Oyggjaleikanevndini hava samsvarandi hesi avgerð latið úr hondum serliga IIGA antidoping reglugerð, stuff og í hesum sambandi vórðu fyri fyrstu ferð kanningar gjørdar á trettandu NatWest Oyggjaleikunum í Álandi í summar.

Tað gleðir Altjóða Oyggjaleikanevndina at boða frá, at ongar av dopingroyndunum, ið vórðu tiknar á leikunum í Álandi, vórðu positivar. Royndirnar vórðu gjørdar av fólki frá dopingeftirlits starvsstovuni á Karolingska Universitets Sjúkrahúsinum í Stockholm – hendan starvsstovan er góðkend av WADA.

Allar 25 limaoyggjarnar hava samsvarandi ynski frá starvsnevndini í Altjóða Oyggjaleikanevndini átikið sær at kunna um doping. Hendan kunningin heldur fram til næstu leikirnar, ið verða á Isle of Wight í 2011.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.