Fyri fyrstu ferð er eitt føroyskt ítróttarfólk dømt eftir dopingreglugerðini hjá Ítróttasambandinum.

Talan er um dóm fyri óskil við undantaksloyvi til heilivág, tí sonevnda TUE-loyvinum.

Ítróttafólkið hevur fingið heilivág frá lækna, men hevur ikki syrgt fyri at endurnýggja loyvi, tá tað gekk út.

Undir kanningini upplýsti ítróttafólkið, at viðkomandi tók heilivág, sum læknin hevði ávíst. Tó hevði ítróttafólkið ikki neyðuga undantaksloyvið. Tí hevur Dopingnevndin valt at døma ítróttafólkið 30 dagar karantenu frá øllum skipaðum ítrótti undir Ítróttasambandi Føroya.

Tað verður mett, at 15 av hesum døgunum longu eru fevndir av tíðini, meðan málið er viðgjørt, meðan hinir 15 dagarnir resta í. Ítróttafólkið er tí bannað frá skipaðum ítrótti komandi 15 dagarnar.

Ítróttafólkið fekk sær stutt eftir kanningina neyðuga undantaksloyvið, og kann nú nýta neyðuga heilivágin, uttan at vera í vanda fyri at fáa dopingdóm.

Ítróttasamband Føroya vil við hesum heita á øll føroysk ítróttafólk, sum taka onkran heilivág, at kanna, um heilivágurin krevur eitt undantaksloyvi, so tey ikki koma í eina líknandi støðu.