Nú tíðarfreistin at melda til Oyggjaleikirnar, sum hesaferð vera á Isle of Wight, er farin, vísir tað seg, at nýtt met í luttøkutali er sett.

Nærum 3,500 luttakarar vera við í leikunum, og harafturat koma øll sjálvbodnu hjálparfólkini frá vertsoynni Isle of Wight, sum eru neyðug, fyri at leikirnir skulu eydnast til fulnar.

Tær 5 oyggjarnar, ið hava flest luttakarar, eru:

1. Isle of Wight: 316 luttakarar
2. Guernsey: 296 luttakarar
3. Jersey: 282 luttakarar
4. Isle of Man: 236 luttakarar
5. Åland: 221 luttakarar

Føroyar hava umleið 175 fólk við í samlaða hópinum. Beint omanfyri 100 ítróttafólk, liðleiðarar, miðlafólk og onnur.

Flogið verður beinleiðis við leiguflogfarið hjá Atlantic Airways. Farið verður avstað tíðliga um morgunin leygardagin 25. juni, og flogið verður heimaftur leygardagin 2. juli. Leikirnir verða settir tann 25. juni um kvøldið.

24 av teimum 25 limaoyggjunum luttaka á leikunum heasferð. Tíanverri hevur Prince Edward Island boðað frá, at tey ikki luttaka hesuferð av fíggjarligum áðum.

Jørgen Petterson, formaður í Altjóða Oyggjaleikanevndini, harmast um, at tey ikki luttaka, men hevur hetta ikki stórvegis ávirkan á samlaða talið, tí tey luttaka vanliga ikki við stórum hópi á leikunum.