Eitt nýtt skúlaár er júst byrjað.  Dagliga arbeiðið er byrjað aftur eftir summarfrítíðina og í nógvum ítróttafeløgum stendur enn eitt ítróttaár fyri framman. Hetta merkir eisini, at nýggir limir koma í felagið.

ÍSF hevur spurt nøkur feløg,  um tey gera nakað ítøkiligt, tá ið tey taka ímóti nýggjum limum, so hesir kenna seg væl í felagskapinum.

 

Dagbjørt Sólheim, samskipari í estetiskum fimleiki í fimleikafelagnum Støkk

Dagbjørt Sólheim

 Fimleikafelagið Støkk er eitt av teimum stóru feløgunum í Eysturoynni – og eru nógv nýggj andlit at síggja á hvørjum ári. Samlaða limatalið hjá Støkk er umleið 600 virknir limir

Dagbjørt Sólheim er samskipari í estetiskum fimleiki. Hon sigur, at venjingin er sera intens og vant verður 3-4 ferðir um vikuna. Á barnaliðunum koma nýggir limir regluliga á hvørjum ári, meðan tað ikki hendir á teimum eldru liðunum, tí har er støðið so høgt.

Sosiala samveran nógv at siga

Dagbjørt sigur, at kappingarliðini í estetiskum gera nógv sosialt saman, og fleiri lið møta regluliga heima hjá gentunum uttan venjarar. Tá hava foreldrini ein stóran leiklut, tí tey mugu eisini taka undir við at fáa fult hús av gentum og geva teimum okkurt smávegis at eta. At møtast soleiðis styrkir um samanhaldið, sum jú er sera týdningarmikið í liðítrótti. Venjingarlegur eru eisini góðar fyri bæði venjingina og tann sosiala partin, so tað plaga vit eisini at leggja inn í skemaðið á hvørjum ári.

 

Eyðdis Kjærbo, nevndarlimur VB hondbóltur:

Eydis Kjærbo

Vit fáa ikki nógvar nýggjar limir. Tað eru bara tey smærri børnini, sum byrja at spæla hondbólt fyrstu ferð, sum vit fáa. Eg eri nýggj í aðalnevndini, og har havi eg ikki hoyrt nakran tosa um evnið. Vit hava ikki nøkur tiltøk sum so fyri tey, men á fastalavint hava vit grýlutiltak, við  kappingum og barnadiskotek, har øll tey smáu í bygdini eru vælkomin.

Sum ein stór familja

Felagið er so lítið, og bygdin tað sama, og tey allar flestu, sum spæla hondbólt , eru meira ella minni uppvaksin á Eiðinum, so eg haldi, at tey kenna øll hvønn annan. Og á Eiðinum eru vit øll sum ein stór familja. Og mær vitandi trívast øll væl í VB, sigur Eyðdis Kjærbo

 

Morensa Thomsen høvuðvenjari í svimjifelagnum Reysti í Leirvík:

Morensa Thomsen

Svimjifelagið Reysti hevur umleið 70 limir, ið koma úr Leirvík og Gøtu. Morensa Thomsen, sum er høvuðsvenjari hjá felagnum sigur, at  tað er eitt høgt tal í Eysturkommunu, tá ið tosað verður um svimjing. Limatalið hjá okkum hevur verið støðugt nú í nøkur ár.

Venjararnir ábyrgd fyri trivnaðinum

Tá ið tosað verður um at fáa limir at trívast í felagnum, og um vit gera ávís tiltøk, er tað upp til okkum venjarar, at syrgja fyri tí. Har vit skipa fyri venjingarlegum og hugna á ymiskan hátt. Vit vóru til dømis í Reykjavík í Íslandi á venjingarlegu í ár, har vit hugnaðu okkum og vandu í 50 m hyli. Liðini eru fult uppteknað hvørt ár, tað er eitt gott tekin um, at trivnaðurin er góður í felagnum. Høvuðsendamálið hjá Reysta er, at hvør einstakur svimjari trívist og mennist innan svimjing, sigur Morensa Thomsen .

 

Birita Sandberg Samuelsen venjari hjá flogbóltsfelagnum Dráttur

Flogbóltsfelagið Dráttur úr Sandavági hevur umleið 100 limir. Ein av venjarunum er Birita Sandberg Samuelsen.

Vaksnar venjarar

Vit hava ikki nakra ítøkiliga ætlan fyri nýggjar limir. Fyri børnini royna vit at syrgja fyri, at hava vaksnar venjarar knýttar at liðunum, sum bæði venja tey og eru við tey til kappingar. Á henda hátt kunnu venjarar taka hond um børnini um okkurt er. Men vit hava ikki nakrar niðurskrivaðar virðisreglur ella annað í felagnum. Vit plaga at hava eitt jólatiltak, har foreldur og børn hita upp við ymiskum stuttligum spølum og so spæla flogbólt við og ímóti hvørjum øðrum, og so eru jólabollar og okkurt líknandi aftaná til øll. Tað plagar at vera øgiliga populert, og fólk hugna sær óført. Vit plaga eisini at hava endaveitslu fyri børnini, har tey fáa okkurt gott at eta, og vit spæla spøl og annað. Men hetta er kanska meira generelt fyri trivnaðin hjá børnunum í felagnum, enn tað er ein ætlan fyri, hvussu vit sameina limirnar, sigur Birita