Nevndin í Ítróttavedding hevur sett Petur Elias Petersen sum stjóra frá 

1. februar 2005 at rokna.

Heðin Mortensen, hevur søkt um at fáa farloyvi úr starvi sínum sum stjóri í Ítróttavedding, nú hann er vorðin borgarstjóri í Tórshavn.

Til kunnleika kann nevnast at umsetningurin og tað sum føroyingar spældu fyri í 2004 hjá Dansk Tipstjeneste er á sama støði sum undanfarin ár.

Í 2004 útlutaði Ítróttavedding 9,5 mió krónur til føroysk ungdómsarbeiði, sum varð býtt soleiðis samb. almenna býtislyklinum:

Ítróttasamband Føroya 60% svarandi til kr. 5,7 mió kr.
Føroya Ungdómsráð 20% svarandi til kr. 1,9 mió kr.
Mentamálaráðið 20% svarandi til kr. 1,9 mió kr


Myndatekstur: Nevndin í Ítróttavedding 
frá vinstru: Petur Elias Petersen, Torfinn Højgaard, Sigmund Poulsen, 
Jan Dam Vang, Hans Petur Joensen og Heðin Mortensen.
Sørin Pram Sørensen, vantar á myndini.


Myndatekstur:
Petur Elias Petersen og Heðin Mortensen
Tórshavn, 9. februar 2005