+298 312606 - isf@isf.fo

Nýggjur sáttmáli um ítróttasendingar


mynd: Jonhard Hammer fyri Miðlafelagið og Heðin Mortensen fyri ÍSF 


ÍSF og Miðlafelagið hava í dag undirskrivað avtalu, adiposity sum gevur Miðlafelagnum rætt at senda upptøkur frá lands-, steypa- og FM-kappingum og ítróttartiltøkum annars, ið eru undirlagdar myndugleika hjá sersambondum innan ÍSF.

Partarnir hava í eina tíð tosað saman um møguleikarnir fyri eini avtalu, og í fyrsta umfari kemur hendan at fevna um heimasíðurnar www.portal.fo ogwww.sportal.fo, har Sosialurin og Føroya Tele hava samstarv um tíðindaflutningin. Soleiðis verður framyvir møguleilki at síggja video-klipp frá ítróttarhendingum og ítróttartíðindi annars á hesum heimasíðum.

Talan er í fyrsta umfari um royndarsáttmála, sum er galdandi til árslok 2006, og verður í hesum miðað eftir einum breiðum ítróttardekningi. Bæði landafrøðiliga og innan ymsu ítróttagreinarnar. 

Heðin Mortensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, fegnast um nýggju avtaluna: 
– Yvirskipaða ynskið hjá øllum ítróttagreinunum er at fáa so góðan dekning í fjølmiðlunum sum gjørligt. Internetið er blivið ein tann mest týðandi miðilin seinnu árini, og tí er tað náttúrligt hjá ítróttinum at fara við í eitt samstarv, ið nýtir teir møguleikar, sum internetið gevur okkum. 

– Nýggja avtalan kemur eisini at bøta um møguleikarnar hjá føroyingum her heima og úti í heimi at síggja livandi myndir frá ítróttatiltøkum kring landið. 

-Hjá okkum er talan um eitt náttúrligt stig á leiðini at víðka um virksemið hjá fyritøkuni. Tað verður framvegis siðvanda blaðframleiðslan, sum verður kjarnuproduktið hjá okkum. Men miðlaheimurin er í eini støðugari menning, og í londunum kring okkum hava vit sæð alt fleiri miðlafyritøkur, sum við góðum úrslitum hava flutt seg yvir á aðrar miðlar enn teir siðvandu. 

– So tað er við góðum hugi, at vit fara til verka, og ætlandi koma fyrstu klippini á portalin um góða viku, sigur Jonhard Hammer frá Miðlafelagnum.

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.