+298 312606 - isf@isf.fo

Nevndin í Flogbóltssambandinum vald

 

Á framhaldandi aðalfundi leygardagin var nevndarvalið í Flogbóltssambandinum endaliga staðfest

Aðalfundur var upprunaliga 29. mai, drugs men við tað at tað tá ikki eydnaðist at finna nakran at átaka sær formanssessin eftir at Niclas Joensen hevði boða frá, viagra 100mg at hann ikki tók við afturvali, abortion hevur verið arbeitt við at finna nýggjan formann.

Fyri umleið 14 døgum síðani játtaði Magnus Tausen at taka við formanspostinum, og var hann endaliga valdur leygardagin. Við tað at Magnus sat í nevndini frammanundan, var neyðugt at finna annan nevndarlim, og játtaði Kristianna Dam úr Kollafirði at átaka sær hesa uppgávuna. Kristianna Dam hevur undarnfarin ár verið knýtt at flogbóltinum í Kollafirði.

Triðji nevndarlimurin er Trygvi H. Poulsen úr Klaksvík.

Á aðalfundinum leygardargin var annars tosan nógv um at halda áfram við ungdómsarbeiðinum, venjaraútbúgvingini og um dómaraskeið.

Roknað verður við, at tað komandi ár verða 2 ungdómlandslið, men at arbeitt verður fram ímóti at fáa 4 ungdómslandslið í aldursbólkunum U 17 og U 19 hjá bæði kvinnum og monnum.

Eisini skal miðast ímóti av skipa fyri felagsvenjing fyri U-15 aldusbólkunum, men hetta skuldi ikki verða beinleiðis landslið, men heldur liknandi flogbóltsskúlum, sum ávíst tal av íðkandi kunnu luttaka í.

Komandi Oyggjaleikir á Hetlandi fingu eisini umrøðu, og formaðurin Magnus Tausen greiddi frá um leikirnar. Magnus var sera keddur um, at kostnaðarstøði á komandi leikunum fór at gerast teir dýrastu leikirnar, sum higartil hava verið, tí uppihaldið fór at vera so dýrt.

Landskappingin í flogbóltinum byrjar 16. oktober, men longu 10 oktober verður fyrsta stóra steypakappingin í Havn – FK-kappingin. Vinnararnir av hesi kapping vinna sær rætt at leika í steypafinaluni, sum verður 12. februar 2005 í Høllini á Hálsi.

Vinarlig heilsan

Flogbóltssambandið

 

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.