+298 312606 - isf@isf.fo

Neistin 80 ár

Góðu tit í Neistanum!

Fyrst av øllum hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum, physician ið sigast má, sales at Neistin
ber sera væl!

Her tosa vit um eitt stórt og sterkt felag, sale ið hevur verið mongum øðrum til
fyrimyndar gjøgnum árini.

Ikki minst, tí tit altíð hava sett barna- og ungdómsarbeiðið so høgt, hava onnur
feløg næstan øvundað tykkum, tí øll vita, at tað er vegurin fram – altíð!

Tað eru kanska ikki øll, ið síggja tað stóra arbeiði, ið verður gjørt við
ungdóminum, men síggjast fruktirnar ikki beinanvegin, skulu tær nokk koma seinni.

Hinvegin síggja øll tykkara bestu kvinnu- og manslið, sum í løtuni eru við millum
tey allarfremstu – menninir longu í FM-finaluni og kvinnurnar verða tað kanska
eisini.

Tað eru tey vaksnu, ið eru lokomotivið, men uttan ein góðan botn, er tað einki vert,
ið tey kunnu vinna, og sigast má um Neistan, at grundvøllurin er góður.

Tá Neistin sá dagsins ljós fyri 80 árum síðani, vóru tað ikki minst konufólkini, ið
tóku eitt tak, so hetta felag kundi gerast veruleiki.

Neistin er enntá eldri enn Ítróttasamband Føroya, og okkara millum hevur altíð verið
gott samstarv.

Ikki minst hevur góða samstarvið verið ígjøgnum Hondbóltssambandið, har Neista-fólk
ongantíð hava verið bangin fyri at tikið eina hond í.

Felag tykkara gjøgnum hesi mongu árini upplivað eina øgiliga menning í føroyskum
hondbólti, sum hevur flutt seg frá grúsvallum inn í ítróttahallir.

Nú húsast tykkara virksemi fyri tað mesta her í høllini á Hálsi og so eisini niðri í
Gundadalshøllini, men skjótt kemur ein triðja høll inn í myndina.

Neistahøllin í vesturbýnum, sum hevur verið á veg í mong ár, sær nú út til at gerast
veruleiki, og sannast má, at hetta er enn eitt megnartak hjá felagnum!

Her grør um gangandi fót, og Neistin er kanska meira livandi nú enn nakrantíð, hóast
árini eru blivin so mong, og tað kunnu vit øll frøast um.

Vegna Ítróttasamband Føroya skal eg enn eina ferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku
við 80 ára stovningardegnum, og ynskja Neistanum blíðan byr í komandi tíðum.

Takk fyri!

Petur Elias Petersen

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.