+298 312606 - isf@isf.fo

evniskvøld um etik og virðir 2. november

Mánadagin 2. november kl 19.00 verður alment evniskvøld í Miðlahúsinum um etikk og virðir í kappingarítróttinum
images

Er tað munur á, medstore hvat ein venjari kan loyva sær í amatørítrótti og yrkisítrótti? Er tað munur á, site hvussu man kann loyva sær at uppføra seg í t.d, billiard og fótbólti? Er tað í lagi, at senda ein skaddan fóbóltspælara inn á vøllin? Er tað óetiskt at fella ein fótbóltsleikara, sum er fríur framman fyri málinum? Er tað í lagi, at foreldrini skelda dómaran? Er tað í lagi, at foreldrini undir einum dysti skelda mótspælararnar? Er tað í lagi, at ein 18 ára gamal drongur gongur saman við 17 ára gamlari gentu, sum er á liðnum, hann venur?  Er tað í lagi at nýta euforiserandi evni, bara tað ikki verður uppdagað? Hví blíva súkklararnir, sum eru við í Tour de France, ikki oftari avdúkaðir í dopingmisnýtslu? Er tað skaðiligt ella er tað bara býtt? Hví er man í Danmark byrjaður at taka dopingroyndir í venjingarmiðstøðum?

Alt hetta og nógv meira fæst svar uppá evniskvøldið við professara, dr.jur. Jens Evald, sum er formaður fyri Anti Doping Danmark og hevur verið við til at skriva etisku leiðreglurnar fyri danskan kappingarítrótt

Jens Evald (f. 1961) er professari, dr.jur. við Juridisk Institut, Århus Universitet, har hann undirvísir í rættargagnssøgu, rættarfilosofi og ítróttaløgfrøði.

Hann hevur verið formaður fyri nevndina í Anti Doping Danmark síðani mars 2006. Í 2005-2006 sat Jens Evald í nevndini, sum Team Danmark og danska Ítróttasambandið valdu til at gera ”Etisk kodeks for dansk konkurrenceidræt”. Eisini er Jens Evald formaður í dómsnevndini í danska kano- og kajaksambandinum og hevur sitið í nevndini í Dansk Idrætsjuridisk Forening.

Meira um etisku leiðreglurnar

www.teamdanmark.dk , www.dif.dk ella www.isf.fo

Meira um Jens Evald

http://person.au.dk/da/je@jura.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.