+298 312606 - isf@isf.fo

Reglur fyri Ítróttagrunn Føroya

Grein 1. Navn og heimstaður
Fyrireikingarnevndin fyri Oyggjaleikir í Føroyum 1989 og Ítróttasamband Føroya hava avgjørt at seta á stovn ein grunn við navninum “Ítróttagrunnur Føroya”. Heimstaður grunnsins er Tórshavn.

Grein 2. Endamál
Endamálið við hesum grunni er at stuðla føroyska ítróttafólkinum í sambandi við oyggjaleikir, therapy anabolics olympiskar og paraolympiskar leikir ella líknandi kappingar, har føroyskir luttakarar eru við í fleiri ítróttagreinum. Stuðulin verður at nýta til útreiðslur til ferðing, uppihald, venjarahjálp og aðrar eftir nevndarinnar meting neyðugar útreiðslur í sambandi við luttøku.

Grein 3. Stovnsfæ, inntøkur og nýtsla
Ogn grunnsins er við stovnanina eitt kontant innskot, sum sett verður á bók í peningastovni ella líka trygg virðisbrøv.
Innskotið er 2/3 av avlopinum í sambandi við Oyggjaleikirnar 1989.

Grein 4.
Árliga avlopið hjá grunninum verður, tá nevndin metir hetta rímiligt, at nýta í sambært ásetingunum í grein 2.
Hesin stuðul skal tó ongantíð vera størri enn 90% av árliga nettoavlopinum. Nettoavkastið er avmarkað til árligu rentutilskriving – fíggjarognaravgjald og rentuskatt.
Fær grunnurin innskot frá triðjamanni, verður hetta at leggja aftur at stovnsfænum.

Grein 5.
Ogn grunnsins skal altíð varðveitast og má ikki verða nýtt øðrvísi enn sambært endamáli grunnsins sambært grein 4. Tann parturin av avlopinum, sum ikki verður nýttur sambært framman fyri standandi reglum, skal leggjast aftur at grunninum.

Grein 6. Fráboðan
Eftir nevndarinnar avgerð kann verða kunngjørt í almennum føroyskum bløðum, um oog nær stuðul verður veittur.

Grein 7. Nevnd
Grunnurin hevur eina nevnd við fimm limum. Hesir verða valdir á aðalfundi Ítróttasambands Føroya. Tríggir verða valdir eftir tilmæli frá starvsnevnd ÍSF og tveir beinleiðis av aðalfundinum. Teir verða valdir at sita fýra ár, tveir fjórða hvørt ár og tríggir fjórða hvørt ár.
Valdir verða eykalimir fyri hvønn nevndarlim at sita sama tíðarskeið sum hesin.
Í fyrstu nevnd grunnsins verða valdir tveir limir og tveir eykalimir eftir tilmæli frá fyrireikingarnevndini av Oyggjaleikunum í Føroyum 1989 og tríggir limir og tríggir eykalimir eftir tilmæli frá stjórn ÍSF. Nevndarlimirnir avgera við lutakasti, hvør teirra stendur fyri vali.
Fyrst valda nevndin verður sitandi til aðalfund ÍSF 1995.

Grein 8.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni/skrivara og kassameistara.
Tá atkvøtt verður, er vanligur meiriluti galdandi. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu, er atkvøða formannsins avgerandi.
Nevndin hevur fund so ofta ein limur ynskir hetta og í minsta lagi eina ferð um árið.

Grein 9. Umsiting
Nevndin umsitur grunnin í felag. Nevndarlimir fáa onga løn fyri størv síni.

Grein 10. Roknskapur, grannskoðan og ársfrágreiðing
Nevndin føris gerðabók yvir allar fundir og tann árliga roknskapin. Roknskapirnir verða grannskoðaðir av einum av ÍSF aðalfundinum valdum uttanveltaðum grannskoðara.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Roknskapir og frágreiðing um virki grunnsins verða á hvørjum ári løgd fyri aðalfund ÍSF, og verða grannskoðaður roknskapur og frágreiðing um virki grunnsins send landsstýrinun.

Grein 11. Tekningarreglur
Grunnurin verður mótvegis triðjamanni bundin av tveimum nevndarlimum í felag.

Grein 12. Broyting
Broytingar í reglunum fyri grunnin kunnu bert gerast, tá nevndin er samd og við góðkenning frá starvsnevnd ÍSF og landsstýrinum.

Grein 13. Avtøka
Er nevndin samd um at avtaka grunnin, og hetta uppskot verður góðkent av aðalfundi ÍSF, so kann slík avgerð bert setast í verk við samtykt frá landsstýrinum.
Verður grunnurin avtikin, avger landsstýrið, hvat fæið skal býtast til.

Grein 14.
Tað ber til at víkja frá viðtøkum grunnsins við samtykt frá landsstýrinum.

Góðkent av landsstýri.num 4. oktober 1995

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.