+298 312606 - isf@isf.fo

Reglugerð fyri ítróttadómstól ÍSF

Reglugerð fyri Ítróttadómstól ÍSF

§ 1
Stk. 1. Mál kunnu leggjast fyri Ítróttadómstólin av einum persóni ella felag, ið var partur í málinum á fyrra sakarmálsviðgerðini, treytað av at persónurin ella felagið eru limir í ÍSF.
Stk. 2. Ítróttadómstólurin kann í serstøkum førum viðgera eitt mál, sum verður fráboðað av einum, sum hevur grundaðan áhuga í tiknu avgerðini, hóast viðkomandi ikki var partur í málinum í fyrra málsviðgerðini.
Stk. 3. Málið skal vera avgreiðsluskrivstovu ÍSF’s í hendi innan ásettu freistina sambært “Reglur fyri dómsnevndir innan ÍSF” og viðgerð av kærum” Grein 10.

§ 2
Tá ið málið er innkomið, ger formaðurin av, alt eftir, hvussu málið er hátta, og hvussu umfatandi tað er, um Ítróttadómstólurin skal hava tríggjar ella fimm limir.

§ 3
Eingin kann taka lut í eini sakarmálsviðgerð, sum ber í sær umstøður, ið kunnu sáa iva, um viðkomandi er púra gegnigur.

§ 4
Stk. 1. Formaðurin kann gera av, at annar ella báðir partar skulu veita trygd fyri sakarmálsútreiðslunum.
Stk. 2. Er annar parturin ein stovnur undir ÍSF, kann sakførari verða tilnevndur hinum partinum.

§ 5
Stk. 1. Ítróttadómstólurin viðgerð sakarmálið munnliga, um annar parturin, formaðurin ella tveir nevndarlimir biðja um tað.
Stk. 2. Formaðurin kann tó gera av, at avgreiðslumál (formalitetssp.) verða viðgjørd skrivliga.
Stk. 3. Um neyðugt kann nevndin útvega sær sakkøna hjálp.

§ 6
Stk. 1. Munnliga sakarmálsviðgerðin hjá Ítróttadómstólinum er almenn. Ikki er loyvt at taka myndir, filma ella gera ljóðupptøkur av samráðingunum.

§ 7
Ítróttadómstólurin tekur avgerðir við vanligum atkvøðumeirluta.

§ 8
Tá ið avgerð er tikin í sakarmálinum, kann nevndin áseta, hvussu sakarmálsútreiðslurnar skulu býtast millum partarnar ella kanska millum teir og ÍSF. Sakarmálsútreiðslurnar kunnu møguliga umfata útreiðslur av kanningum í málinum.

§ 9
Stk. 1. Sakarmál, sum Ítróttadómstólurin hevur avgreitt, kann bara undir heilt serligum umstøðum verða tikið uppaftur til nýggja viðgerð.
Stk. 2. Ein tikin avgerð hjá Ítróttadómstólinum kann ikki skjótast inn fyri nakran annan stovn innan ÍSF.

§ 10
Ítróttadómstólurin ásetir annars sjálvur reglur fyri sakarmálsviðgerðina.

Soleiðis samtykt á stjórnarfundi 12. Mei 2000

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.