Evstalóg ÍSF

 

Kapittul 1 – Endamál og skipan

Grein 1 – Navn
Sambandið eitur Ítróttasamband Føroya, stuttstavað ÍSF, og er hægsti felagskapur innan ítróttavirksemi í landinum.
ÍSF er Olympiska Nevnd Føroya. Altjóða navn sambandsins er Faroese Confederation of Sports and National Olympic Committee.

Grein 2  – Skipan
Ítróttasamband Føroya er landsfelag hjá føroyskum sersambondum, ið umboða viðurkendar ítróttargreinar, samsvarandi grein 28.

Ítróttasamband Føroya er óheft av politiskum og átrúnaligum áhugamálum.

Grein 3 – Endamál
Endamál sambandsins er:

  1. at fremja, samskipa og leggja til rættis alt ítróttavirksemi í landinum.
  2. at fremja samstarv um ítróttamál við landsmyndugleikar og aðrar myndugleikar í landinum.
  3. at umboða Føroyar í ítróttamálum í viðurskiftum við aðrar tjóðir.
  4. at stuðla og verja olympisku rørsluna.
  5. at umboða føroyska ítrótt í olympiskum høpi, innan teir karmar, sum Altjóða Olympiska Ráðið skipar.
  6. at virka fyri limaskapi í Altjóða Olympisku Ráðnum
  7. at virða og halda Olympiska Skjalið og aðrar lógir hjá Altjóða Olympiska Ráðnum.
  8. at leggja til rættis føroyska luttøku í Olympisku Leikunum.
  9. at leggja til rættis føroyska luttøku í Oyggjaleikunum.
  10. at seta í gongd og skipa fyri tiltøkum at breiða út ítróttina til øll fólk uttan mun til aldur, útbúgving, kyn og sosiala støðu, samsvarandi ynskjunum og tørvinum hjá tí einstaka.
  11. at menna umstøðurnar hjá teimum, ið hava trupul ítróttalig viðurskifti.

Grein 4 – Búmerki og Flagg
Búmerki Ítróttasambands Føroya er vígslukrossur í Kirkjubømúrinum við bláari grund, hvítum krossi, hvítum mynstri og reyðum stavum.
Olympiska Búmerki ÍSF er Merkið við Olympisku Ringunum.
Flagg ÍSF er Merkið við flaggmerki ÍSF í ovasta horni. Flaggmerkið er fýrkantað, hevur hvíta grund og reyðar stavir.

 

Kapittul 2 – Meginstovnarnir hjá ÍSF

Grein 5 – Meginstovnarnir
Virksemið hjá ÍSF verður skipað eftir hesum leisti:

1) Aðalfundurin, sum er hægsi myndugleiki felagsins
2) Starvsnevndin, sum hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum av ÍSF saman við forsetanum
3) Forsetin, sum saman við starvsnevndini hevur ábygdina av dagliga rakstrinum hjá ÍSF
4) Ítróttadómstólurin
5) Dopingnevndin

Hesir stovnar stjórna ÍSF. Aðrir stovnar kunnu skipast innan karmarnar hjá nevndu stovnum. Starvsnevndin setir herumframt fastar undirnevnir og nevndir, ið eru settar við einum ávísum endamáli, og skulu ráðgeva og vera Starvsnevndini til hjálpar í arbeiði sínum.

Aðalfundurin 

Grein 6 – Aðalfundurin
Aðalfundurin hevur hægsta vald í málum hjá ÍSF. Aðalfundurin kann samtykkja lógir, reglugerðir og aðrar ásetingar innan karmarnar av hesi evstulóg.
Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í mai mánaði við hesi dagsskrá:

  1. val av fundarstjóra
  2. frágreiðing frá virkseminum hjá ÍSF í farna árinum.
  3. framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri ÍSF fyri farna árið. Saman við roknskapinum skal liggja grannskoðaði roknskapurin hjá øllum sersambondum fyri seinast lidna starvsár teirra, og yvirlit yvir útbýttan fíggjarstuðul til sersambondini seinasta roknskaparár.
  4. Uppskot til fíggjarætlan fyri inniverandi fíggjarár til góðkenningar
  5. Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 9.
  6. Viðgerð av møguligum uppskoti frá starvsnevndini um ásetan av ársgjaldi.
  7. Val av forseta
  8. Val av starvsnevndarlimum, limum í meginstovnar og limum í úrvalsnevndina
  9. Val av grannskoðara, ið skal vera løggildur
  10. Ymiskt

Grein 7 – Viðtøkuføri á Aðalfundinum
Aðalfundurin er viðtøkuførur um helmingurin av teimum, sum hava atkvøðurætt, eru umboðaði á Aðalfundinum.

Grein 8 – Atkvøður á Aðalfundi
Hvørt sersamband, sum er limur í ÍSF hevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Tó hevur sersamband, sum hevur minni enn 3 limafeløg, ikki rætt til at greiða atkvøðu á aðalfundi, men rætt til at møta og taka orðið sbr. grein 35. Hetta er tó ikki galdandi fyri Ítróttasambandið fyri brekað (ÍSB).

Hvørt sersamband innan ÍSF kann senda 3 umboð til aðalfundin.
Sersamband, ið ikki hevur limagjaldsviðurskifti og onnur limaskapsviðurskifti í lagi, sambært greinunum 28-32, hava tó rætt at møta, men ikki at greiða atkvøðu á aðalfundi.

Feløg, sum eru limir í sersambondum, hava rætt til at møta og taka orðið, men ikki at greiða atkvøðu á aðalfundi.
Aðalfundurin tekur støðu við vanligum meiriluta, um ikki annað er ásett í hesi lóg.
Standa atkvøður á jøvnum er uppskotið fallið.

Grein 9 – At lýsa Aðalfund
Aðalfundur verður lýstur við skrivligari fráboðan til limirnar við 21 daga freist.
Uppskot um val av forseta, uppskot um val av starvsnevnd, uppskot um lógarbroytingar og mál um upptøku av nýggjum sersambandi sum lim, og onnur mál,  sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera starvsnevndini í hendi 14 dagar fyri aðalfund.
Fundarskrá, uppskot um val av forseta og starvsnevnd, uppskot um lógarbroytingar og onnur innkomin mál verða send sersambondunum í seinasta lagi 7  dagar fyri aðalfundin.
Bert mál sum standa á fundarskránni, kunnu viðgerast á aðalfundinum.

Grein 10 – Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur verður hildin:

  1. Tá ið aðalfundur samtykkir tað.
  2. Um meiriluti av starvsnevndini samtykkir tað.
  3. Tá ið minst helvtin av sersambondunum, sum hava limaviðurskifti síni í lagi sambært greinunum 28-32, skrivliga ynskja tað.

Eykaaðalfundur skal verða lýstur og verður hildin sum eftir reglunum um vanligan aðalfund.

Starvsnevnd ÍSF

Grein 11 – Starvsnevndin
Starvsnevndin hevur 5 limir. Forseti, varaforseti og 3 nevndarlimir. Starvsnevndin fyri ÍSF hevur saman við forsetanum hægsta vald í ÍSF millum aðalfundirnar. Forsetin er formaður í starvsnevndini. Um Forsetin er burturstaddur ella ikki er tøkur, kemur varaforsetin í hansara stað.
Starvsnevndarlimir verða valdir fyri 4 ár í senn.

Annahvørt ár verða valdir 2 limir, soleiðis at val av starvsnevndarlimum fer fram á øðrumhørjum aðalfundi.

Tveir starvsnevndarlimir verða valdir fyrstu ferð á aðalfundinum í 2014. Teir tveir starvsnevndarlimirnir, valdir á aðalfundinum 2013, halda fram sum starvsnevndarlimir, og standa fyri valið á aðalfundinum í 2016.

Starvsnevndarlimir kunnu verða afturvaldir.

Formenn og starvsnevndarlimir í sersambondum, sum eru limir í ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sersambondum, mugu siga sessin í sersambandinum ella felagnum frá sær, um teir gerast starvsnevndarlimir.

Starvsnevndin velur sjálv ein varaforseta. Varaforsetin verður valdur á fyrsta starvsnevndarfundi, eftir at Forsetin er valdur.

Limirnir í starvsnevndini kunnu fyri fyrisitingarliga starv sítt fáa løn ella endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Starvsnevndin samtykkir, um slík samsýning skal latast.

Starvsnevndin gerð uppskot til reglugerð fyri samsýningarnar, sum verður løgd fyri aðalfundin til góðkenningar og starvsnevndin hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í reglugerðini verða fylgdar.

Starvsnevndin kann seta fólk fyri løn, herundir skrivara og kassameistara, ið kunnu vera uttan fyri starvsnevndina.

Grein 12 – Starvið hjá Starvsnevndini
Starvið hjá starvsnevndini fyri ÍSF er:

  1. at seta samtyktir aðalfundanna í verk.
  2. at taka avgerðir í øllum málum, sum tað ikki áliggur Aðalfundinum at taka avgerð um, og sum ikki sambært lóggávu ella hesum viðtøkum eru løgd til aðrar nevndir at taka avgerð um
  3. at fyrireika og innkalla til vanligar Aðalfundir og Eykaaðalfundir hjá ÍSF
  4. at leggja fyri aðalfund til góðkenningar uppskot um upptøku av nýggjum sersambondum sum limir í ÍSF, staðfesting av lógum teirra og broytingar í hesum
  5. at gera uppskot til fíggjarætlan fyri ÍSF og leggja fyri aðalfundin til góðkenningar
  6. at tilnevna umboð í undirnevndir hjá ÍSF.
  7. at ráða í øllum olympiskum málum og gera uppskot til starvsreglur fyri olympiska starvsøkið, sum skal endaliga góðkennast av aðalfundinum.
  8. at gera uppskot til býti av fíggjarstyrki til sersambond og leggja fyri aðalfundin til góðkenningar. Allar felagsútreiðslur hjá ÍSF fara av óbýttum
  9. at røkja uppgávur, sum hoyra undir nevnd fyri sersamband, í ítróttagreinum, har sersamband ikki er stovnað.

Grein 13 – Eftirlit við sersambondum
Starvsnevndin skal fylgja við starvinum hjá sersambondunum á henda hátt:

  1. at hava eftirlit við virkseminum hjá sersambondum og møta á aðalfundi teirra.
  2. at leggja búmerki hjá sersambondum fyri aðalfundin til góðkenningar.
  3. at fylgja við, at lógir og reglur fyri ÍSF og sersambond tess verða fylgdar.
  4. at royna semju í trætumálum, sum kunnu taka seg upp millum starvsnevnd ÍSF og sersambond ella millum sersambond, ella leggja hesi fyri ítróttadómstólin.
  5. at fylgja væl við, hvørjar virkisætlanir sersambondini hava, fyri at tryggja áhugamál ÍSF í uttanlendis samarbeiði, og til tess at forða fyri, at óneyðugt ósamsvar verður millum ætlanirnar hjá teimum einstøku sersambondunum.

Starvsnevndin hjá ÍSF er heimilað at skipa fyri kanning av fíggjarmálum hjá sersambondum, um grund er til tess.

Starvsevndin kann krevja, at nevndin fyri sersamband leggur fyri starvsnevndina roknskaparyvirlit, um meirilutin av starvsnevndarlimunum heldur grund vera til tess.

Forseti ÍSF

Grein 14 – Forsetin
Forsetin umboðar ÍSF.

Høvuðsábyrgdir hansara eru:

  1. Gjøgnum umsitingina at seta avgerðir hjá Aðalfundinum og Starvsnevndini í verk;
  2. at hava eftirlit við, at nevndir í ÍSF virka til fulnar og tryggja, at nevndirnar røkka teimum endamálum, sum eru lýst í hesum viðtøkum;
  3. at hava eftirlit við arbeiðinum hjá skrivstovu ÍSF.
  4. at hava ábyrgdina av viðurskiftunum millum ÍSF og limirnar, politiskar myndugleikar og aðrar felagsskapir.

Forsetin stendur fyri starvsnevndarfundum og fyri fundum í teimum nevndum, har hann er útnevndur formaður.
Forsetin hevur eina atkvøðu í Starvsnevndini, og tá stendur á jøvnum, er atkvøða Forsetans avgerandi.
Um Forsetin er burturstaddur ella ikki er tøkur, kemur varaforsetin í hansara stað.
Møguligar aðrar heimildir hjá Forsetanum skulu verða settar í innanhýsis reglugerðir hjá ÍSF.

Grein 15 – Uppskot til Forseta
Forsetin verður valdur einsæris av Aðalfundinum fyri eitt tíðarskeið uppá 4 ár, fyrstu ferð á aðalfundinum í 2014.

Um tann, sum verður valdur til forseta er formaður ella starvsnevndarlimur í sersambandi, sum er limur í ÍSF, ella formaður í ítróttarfelagi, sum er limur í sersambandi, má hann siga sessin í sersambandinum ella felagnum frá sær.

Valskeið forsetans byrjar, tá Aðalfundurin, ið hevur valt hann, er liðugur. Forsetin kann veljast aftur.
Til val av Forseta við fyrstu atkvøðugreiðslu krevst at meirilutin av teimum, sum eru møtt á aðalfundi,  atkvøða fyri í fyrsta umfari.

Um fleiri enn 2 valevni eru, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum, tikið burtur í sambandi við næstu atkvøðugreiðsluna, til bert 2 valevni eru eftir.
Stendur á jøvnum, verður umval millum tey, ið standa á jøvnum, og eftirfylgjandi lutakast, um tað framvegis stendur á jøvnum.
Sersambond,  sum eru limir í ÍSF,  og Starvsnevndin kunnu seta fram uppskot um valevni til Forseta. Uppskot til valevni til Forseta skulu verða starvsnevndini hjá ÍSF  skrivliga í hendi í minsta lagi 14  dagar áðrenn Aðalfundin.
Starvsnevndin hjá  ÍSF boðar sersambondunum frá nøvnunum á teimum, ið eru í uppskoti, í minsta lagi 7 dagar áðrenn Aðalfundin.
Um Forsetin varandi ella í eitt styttri tíðarskeið er forðaður fyri at útinna starv sítt, skal varaforsetin koma í Forsetans stað inntil næsta Aðalfund. Aðalfundurin velur um neyðugt ein nýggjan Forseta.

Grein 16 – At boða til Starvsnevndarfundar
Forseti ÍSF boðar til fundar í starvsnevndini.
Starvsnevndarfundur verður innkallaður við í minsta lagi 2 daga freist. Um talan er um eitt mál, sum ikki kann bíða til vanliga innkallingarfreistin er farin, kann viðkomandi mál viðgerast, um 2 starvsnevndarlimir taka undir við hesum.

Starvsnevndin skal halda fund, um 2 starvsnevndarlimir skrivliga krevja hetta til viðgerar av einum evni, sum verður at tilskila.

Starvsnevndin er viðtøkufør, tá 3 starvsnevndarlimir eru á fundi, ella um Forsetin og 2 nevndarlimir luttaka á fundinum.

Starvsnevndin skal í starvsskipan fyri nevndina áseta nærri reglur um virksemið hjá nevndini.
Forsetin hjá ÍSF stýrir starvsnevndarfundum og hann hevur ábyrgdina av, at skrivligt tilfar verður sent til nevndarlimirnar sambært teimum ásetingum, sum framganga av starvsskipanini fyri nevndina.
Mál í starvsnevndini verða avgjørd við vanligum meiriluta. Forsetin og hvør starvsnevndarlimur hevur eina atkvøðu. Stendur á jøvnum í nevndini er atkvøðan hjá Forsetanum avgerandi.

Grein 17 – Tekningarreglur
ÍSF verður bundið við undirskrivt av Forsetanum ella tveimum starvsnevndarlimum.

Grein 18 – Roknskapur
Roknskaparárið hjá ÍSF er kalendarárið.

Til tess at grannskoða ársroknskapin hjá ÍSF verður valdur ein grannskoðari, sum skal verða løggildur grannskoðari.

Grannskoðari felagsins verður valdur fyri 2 ár í senn. Starv hansara stendur við til annar grannskoðari er valdur.

Ítróttadómstólur

Grein 19 – Ítróttadómstólurin
Aðalfundurin velur fimm ítróttadómarar og tríggjar  varaítróttadómarar í Ítróttadómstólin. Minst tríggir  ítróttadómarar og tveir varaítróttadómarar skulu vera lógkønir. Ítróttadómarar og varaítróttadómarar verða valdir, tá skeiðið hjá sitandi dómarum er úti, fyri eitt tvey-ára skeið, soleiðis at tveir ítróttadómarar og tveir varaítróttadómarar verða valdir annaðhvørt ár og tríggir ítróttadómarar og ein varaítróttadómari annaðhvørt ár. At fáa skeiðið at passa, kann ítróttadómari ella varaítróttadómari verða valdur fyri styttri skeið.
Formenn og starvsnevndarlimir í sersambondum, sum eru limir í ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sersambondum kunna ikki verða limir í Ítróttadómstólinum. Um ein limur í Ítróttadómstólinum gerst formaður ella starvsnevndarlimur  í einum sersambandi ella formaður í einum ítróttarfelagið,  má hann siga sessin frá sær.

Ítróttardómari ella varaítróttadómari kann ikki samstundis verða limur í nøkrum meginstovni ella øðrum stovni í ella undir Ítróttasambandi Føroya.

Ítróttadómstólurin skipar seg sjálvan við formanni og einum næstformanni, sum báðir skulu vera lógkønir.

Aðalfundurin samtykkir reglugerð fyri Ítróttadómstólin.

Grein 20 – Ítróttadómsmál
Ítróttadómstólurin skal taka støðu til allar spurningar um at tulka hesa lóg og aðrar lógir hjá ÍSF.
Ítróttadómstólurin kann viðgera øll mál um revsing eftir grein 34.
Ítróttadómstólurin kann ikki viðgera mál hjá sersambondum, sum greitt hava tilskilað í viðtøkum sínum, at ovasti myndugleiki liggur hjá stovnum innan viðkomandi sersamband.
Ítróttadómstólurin kann viðgera øll mál um tulking av lógnunum hjá feløgunum og sersambondunum, um lógirnar hjá teimum so áseta, ella partarnir í málinum ynskja tað.
Ítróttadómstólurin skal viðgera øll kærumál um avgerðir hjá dopingnevndini.
Ítróttadómstólurin kann, við teimum undantøkum, sum nevnd eru í stk. 3, viðgera kappingarmál og kærumál samsvarandi reglugerð fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum innan starvsøkini hjá feløgum og sersambondum samsvarandi lógunum hjá teimum.
Ítróttadómstólurin viðgerð í kappingarmálum og kærumálum einans spurningar um lóg og mannagongdir, ikki próvspurningar.
Ítróttadómstólurin kann altíð, sjálvt um lógirnar hjá feløgum ella sersambondum ikki loyva tí, viðgera, hvørt lógir, avgerðir ella annað eru í samsvar við Evstulóg ÍSF ella Olympiska Skjalið.

Dopingnevnd

Grein 21 – Dopingnevndin
Aðalfundurin velur Dopingnevndina, sum skal vera mannað við formanni og tveimum nevndarlimum, og einum varalimi.

Formaðurin og ein av nevndarliminum skulu hava lógkøna ella tilsvarandi útbúgving. Hin nevndarlimurin skal hava læknaliga útbúgving.
Aðalfundurin  velur nevndarlimir og varalim, tá ið skeiðið hjá sitandi limum er úti, fyri eitt tvey ára skeið, soleiðis at ein nevndarlimur og varalimurin verða valdir annaðhvørt ár og tveir nevndarlimir annaðhvørt ár.

Formenn ella starvsnevndarlimir í sersambondum, sum eru limir í ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sersambondum kunna ikki verða limir í Dopingnevndini. Um ein limur í Dopingnevndini gerst formaður ella starvsnevndarlimur í einum sersambandi ella formaður í einum ítróttarfelagið, má hann siga sessin frá sær.

Dopingnevndin virkar samsvarandi dopingreglugerðini hjá ÍSF. Henda reglugerð skal eisini skipa eina antidopingnevnd at fremja neyðugar kanningar og annað beinleiðis eftirlit.

Grein 22 – Umboðsting
Formennirnir í sersambondunum, saman við starvsnevndini, hittast til fundar minst tvær ferðir árliga í sonevnda Umboðstinginum

Umboðstingið verður hildið eina ferð um várið og eina ferð um heystið.

Evnini, á hesum fundum eru:

  1. 
Umrøða av árskalendara hjá sersambondunum, so sleppast kann undan, í størst møguligan mun, samanfalli í kappingum.
  2. Mál og strategi fyri komandi árini.
  3. Fíggjarætlan fyri ÍSF

Umboðstingið, kann eisini hittast eftir tørvi, um tað eru mál, ið mett verður neyðugt at umrøða.

Um minst 6 sersambond skrivliga ynskja tað, skal fundur verða innkallaður í Umboðstinginum.

Fundur í Umboðstinginum verður innkallaður við skrivligari fráboðan til limirnar við 14 daga freist.

 

Kaptitul 3 – Fastar nevndir

Grein 23 – Ítróttasavn Føroya
Grunnurin hevur eina nevnd við fimm limum. Hesir verða valdir á aðalfund Ítróttasambands Føroya. Tríggir verða valdir eftir tilmæli frá starvsnevnd ÍSF og tveir beinleiðis av aðalfundinum. Teir verða valdir at sita í fýra ár, tveir fjórða hvørt ár og tríggir fjórða hvørt ár.

Valdir verða eykalimir fyri hvønn nevndarlim at sita sama tíðarskeið sum hesin.

Grein  24 – Ítróttagrunnur Føroya
Grunnurin hevur eina navnd við fimm limum. Hesir verða valdir á aðalfundi Ítróttasambands Føroya. Tríggir verða valdir eftir tilmæli frá starvsnevnd ÍSF og tveir beinleiðis av aðalfundinum. Teir verða valdir at sita fýra ár, tveir fjórða hvørt ar og tríggir fjórða hvørt ár.

Valdir verða eykalimir fyri hvønn nevndarlim at sita sama tíðarskeið sum hesin.

Grein 25 – Úrvalsnevnd
Ein úrvalsnevnd verður vald, sum hevur fimm limir.

  1. Aðalfundurin velur fýra limir
  2. Mentamálaráiðið velur ein lim

Nevndarlimir verða valdir á aðalfundi Ítróttasambands Føroya eftir tilmæli frá starvnevnds ÍSF´s. Valskeiðið er tvey ár. Tveir nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár (makað ár) og tríggir verða valdir annaðhvørt ár (ómakað ár),  soleiðis at annaðhvørt ár stendur formaðurin og ein nevndarlimur fyri vali (makað ár), og annaðhvørt ár næstformaðurin og tveir nevndarlimir fyri vali (ómakað ár).

Nevndin skipar seg sjálv.

Úrvalsnevndin skal umsita úrvalsskipan ÍSF og umsitur pengingin, ið skipanin fær frá sponsorum og við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Úrvalsnevndin virkar eftir reglugerð sum aðalfundurin hevur samtykt eftir tilmæli frá Starvsnevndini.

Grein 26 – Fastar undirnevndir
Starvsnevndin velur hesar føstu undirnevndir:

Fíggjarnevnd, sum hevur tríggjar limir.

  • Forsetin, sum er formaður
  • Ein starvsnevndarlimur
  • Ein eksternur fíggarkønur, sum er skrivari í fíggjarnevndini

Fíggjarnevndin hevur m.a. til uppgávu at gera uppskot um býtislykil fyri fíggjarstuðul til sersambondini, gera uppskot um fíggjarætlan fyri ÍSF eftir reglugerð, sum Starvsnevndin hevur samtykt.

Oyggjaleikanevnd, sum hevur tríggjar limir

  • Forsetin, sum er formaður
  • Tveir starvsnevndarlimir

Oyggjaleikanevndini hevur m.a. til uppgávu at umboða Føroya í IICA, at samskipa føroyska oyggjaleikaluttøku eftir reglugerð, sum starvsnevndin hevur samtykt.

Ungdóms- og menningarnevnd, sum hevur tríggjar limir

  • Tveir starvsnevndarlimir
  • Ein eksternur ítróttarkønur

Nevndin skipar seg sjálv. Nevndin hevur m.a. til uppgávu at samskipa førleikamenning (útbúgving og skeið) breiddarítrótt og úrvalsítrótt eftir reglugerð, sum starvsnevndin hevur samtykt.

Umsitingin hjá ÍSF virkar sum skrivari hjá nevndini.

Antidopingnevnd sum hevur tríggjar limir

  • Eitt umboð frá umsitingini hjá ÍSF, sum er formaður
  • Tveir eksternir fakpersónar

Antidopingnevndin hevur m.a. til uppgávu at samskipa dopingroyndir, og verða ákærumyndugleiki í dopingmálum eftir reglugerð, sum starvsnevndin hevur samtykt.

Grein 27 – Starvsnevndin velur føstu  undirnevndirnar.
Hvør formaður umboðar nevnd sína og skal leggja virksemið til rættis sambært reglugerðum, sum eru ásettar av Starvsnevndini.

Starvsnevndin kann harumframt seta aðrar undirnevndir, sum skulu ráðgeva og vera starvsnevndini til hjálpar í arbeiðið sínum. Virksemi teirra, val og virkisháttur eru ásett í serligum reglugerðum, sum verða ásettar av Starvsnevndini.

 

Kapittul 4 – Sersambond

Grein 28 – Sersambond
Limirnir í ÍSF eru sersombond, sum umboða viðurkendar ítróttargreinir.

Starvsnevndin leggur uppskot fyri aðalfundurin um upptøku av nýggjum limum og ger tilmæli í hesum sambandi. Til upptøku av nýggjum limi krevst, at 2/3 av sersambondum, sum eru umboðaði á viðkomandi aðalfundi, atkvøða fyri.

Sersamband er samband av feløgum í avvarðandi ítróttagrein  sambært viðkomandi altjóða reglum.
Sersambondini eiga at svara til tey olympiskt viðurkendu Altjóða Sersambondini.
Sersamband er hægsti myndugleiki innan Ítróttasamband Føroya um serfrøðiligar spurningar í síni ítróttagrein

Starvið hjá sersambandinum er í høvuðsheitum:

  1. At stuðla ítróttagrein síni í landinum, seta reglur, løggilda dómara, skipa fyri kappingum, staðfesta met og virka fyri stovnan av nýggjum feløgum innan ítróttagreinina.
  2. At umboða ítróttagreinar sínar mótvegis útlondum.
  3. At syrgja fyri, at reglur, sum viðvíkja ítróttagreininum tess, eru í neyvum samsvari við altjóðareglur og ÍSF-lógir og reglur.

Grein 29  – At Stovna Sersambond
Feløg kunna stovna egið sersamband, tá ið 6 feløg, sum íðka somu ítróttagrein, ynskja tað, og hetta er í samsvar við grein 28.
Tað er loyvt feløgum at stovna sersamband, um tey eru í minsta lagi 3 feløg, íðka somu ítróttagrein, um aðalfundurin hjá ÍSF góðkennir tað.
Undantikið kravinum um at 3 feløg skulu íðka somu ítróttagrein er Ítróttasambandið fyri brekað (ÍSB)

Aðalfundurin ger av av, hvørji feløg hoyra til somu ítróttagrein sambært viðkomandi altjóða reglum.
Lóg fyri sersamband skal verða góðkend av aðalfundinum hjá ÍSF.
Tá ið feløg hava samtykt at stovna sersamband, skal umsókn um limaskap í ÍSF sendast Starvsnevndini, sum hereftir ger innstilling til aðalfundin, um viðkomandi sersamband kann upptakast sum limur í ÍSF. Eftir at eitt sersamband er stovnað og upptikin sum limur í ÍSF hoyra øll

sergreinamál, sum koma avvarðandi ítróttagrein við, undir stjórn sersambandsins.

Grein 30 – Meginstovnar hjá Sersambondum
Sersambondini skulu í øllum førum hava hesar stovnar:

  1. Aðalfund
  2. Nevnd
  3. Dómsnevnd

Grein 31 – Skyldur hjá Sersambondum
Øll sersambond innan ÍSF hava skyldu til:

  1. at akta lógir og reglur innan ÍSF.
  2. ikki at taka lut í almennum ítróttastevnum, ítróttasýning, og kappingum, sum føroysk feløg uttan fyri ÍSF skipa fyri ella hava atgongd til, uttan at hava fingið loyvi frá starvsnevnd ÍSF.
  3. at seta dómsnevnd at viðgerða kærur frá landsstevnum, FM-kappingum og mál, sum viðvíkja sergreinum.
  4. at senda starvsnevnd ÍSF lógásettar frágreiðingar sambært grein 32.
  5. at lata sínar íðkandi limir ganga undir ta dopingroynd, sum eftir áheitan av ÍSF, sambandi ella stovni, sum ÍSF hevur gjørt avtalu við um hetta, verður gjørd í sambandi við kappingar, venjingar og líknandi.
  6. at tryggja sær, at allir íðkandi limir eru kunnaðir um dopingreglurnar og skrivliga vátta, at teir vilja ganga undir at dopingroynd og tað dopingeftirlit, sum ÍSF skipar fyri.

Grein 32 – Ársgjald og Frágreiðingar
Sersambond lata fast árligt gjald til ÍSF. Gjaldið er ásett á aðalfundi í ÍSF og kann – við undantaki av samtyktari prístalsviðgerð – einans verða broytt á aðalfundi í ÍSF.

Ársgjøld fyri tað lidna starvsárið skulu vera starvsnevnd ÍSF í hendi áðrenn 31. desember.
Í seinasta lagi 14 dagar aftan á aðalfund hjá sersambandi, skal sersambandi hava sent starvsnevnd ÍSF ársfrágreiðing og roknskap fyri seinast lidna starvsárið.
Sersambondini boða Starvsnevndini frá øllum ætlaðum altjóða tiltøkum og tiltøkum uttanlands.

Grein 33 – Fíggjarviðurskifti og avtøka
Sersambond hava síni fíggjarviðurskifti um hendi undir umsjón av Starvsnevndini.
Í lógunum hjá øllum feløgum og sersambondum undir ÍSF skal verða ásett, hvussu vera skal við ognum teirra í samband við møguligari avtøku av felagnum ella sersambandinum.

Grein 34 – At revsa ella koyra úr ÍSF Sersambond
Sersambond, sum ikki gera skyldu sína at senda frágreiðingar og gjalda ársgjald og ikki hava gjørt tað við árslok tað árið, sum frágreiðingarnar áttu at verið sendar inn, missa atkvøðurætt sín á aðalfundi.
Um sersamband á grovan hátt vanrøkir skyldur sínar, kann aðalfundurin hjá ÍSF taka ta avgerð, at sersambandið skal missa limaskapin í ÍSF. Uppskot um at eitt sersamband verður strikað sum limur kann bert samtykkjast, um 2/3 av sersombondunum sum eru møtt á viðkomandi aðalfundi atkvøða fyri hesum.
Avvarðandi sersamband kann kæra avgerðina hjá aðalfundininum til ítróttardómstólin, sum tekur endaliga avgerð í málinum.
Sersamband, sum er koyrt úr ÍSF fyri ikki at hava hildið skyldur sínar, kann ikki gerast limur aftur, fyrr enn øll skuld er goldin ella allar skyldur loknar, og aðalfundurin fyri ÍSF samtykkir upptøku.
Sersamband við minni enn 3 limafeløgum

Grein 35 – Sersamband við minni enn 3 limafeløgum
Verður talið av limafeløgum í sersambandi minni enn 3 feløg, kann sersambandi halda fram sum sersamband við somu rættindum og skyldum sum sersamband hevði, og kann møta á aðalfundi, men hevur sersambandið ikki rætt til at greiða atkvøðu á aðalfundi.

Ásetingin í pkt.1 er tó ikki galdandi fyri Ítróttasambandið fyri brekað (ÍSB)

 

Kapittul 5 – Ymiskar ásetanir

Grein 36 – Útlendingar í Føroyskari Kapping
Útlendingar kunnu taka lut í FM-kappingum í ítrótti, tá luttøka teirra er í samsvari við lógir og reglugerðir hjá avvarðandi sersambandi.
Um sersamband ikki hevur lógir ella reglugerð, ið greitt siga hvørjar treytir eru fyri luttøku, hava lið hjá hesum sersambandi, ið luttaka í Føroyameistaraskapinum í ítrótti, í mesta lagi loyvi at hava 20% av útlendingum á liðunum.
Hevur sersamband ikki lógir ella reglugerðir fyri hesum, kunnu bert føroyingar luttaka í einstaklingakappingum (ein- og tvímansleiki).

Grein 37 – Landslið
Á føroyskum landsliðum kunnu bert føroyingar luttaka.
Hvør er føroyingur verður avgjørt sambært lógum og reglugerðum hjá avvarðandi sersambandi og viðkomandi altjóða reglum.
Føroyingur er tann, ið er føddur ella uppvaksin í Føroyum ella er barn hjá slíkum.
Er ikki annað ásett verður sum føroyingur eisini roknaður útlendingur, ið hevur verið fast búsitandi í Føroyum í minsta lagi 2 – tvey – ár, hevur virki sítt her og hevur føroyskan heimarætt.

 

Kapittul 6 – Avtøka

Grein 38 – At slíta Ítróttasambandið
Til at slíta Ítróttasamband Føroya krevst, at 4/5 av teimum, sum hava atkvøðurætt og eiga sæti á aðalfundi ÍSF sambært hesi lóg, samtykkja tað. Verður slík samtykt gjørd, leggur tann aðalfundurin frá sær, meðan tann starvsnevnd, sum sat seinasta valskeið, verður sitandi og boðar til aðalfund av nýggjum um seks mánaðir. Verður tá aftur samtykt við 4/5 meiriluta av umboðum við atkvøðurætti at slíta sambandið, er sambandið lógliga slitið.
Verður Ítróttasamband Føroya soleiðis slitið, skulu allar ognir tess fara í grunn. Stovnsfæið má ikki verða skert, men 2/3 av ársrentum skulu verða nýttar til uppalingar- og ítróttaendamál eftir avgerð hjá 3-mannanevnd, har ein nevndarlimur verður valdur av fráfarandi stjórn. Føroya Løgting velur ein, og tann triði er Føroya løgmaður, sum skal vera nevndarformaður.

 

Kapittul 7 – Broytingar og Gildi

Grein 39 – Lógarbroytingar
Til broytingar í hesi Evstulóg ÍSF krevst 2/3 meiriluti av teimum atkvøðum, sum eru umboðaðar á aðalfundinum.
Til aðrar broytingar í lógum og reglum ÍSF krevst vanligur meirliluti á aðalfundinum.
Til at koyra lim úr ÍSF krevst 2/3 meiriluti av teimum atkvøðum, sum eru umboðaðar á aðalfundinum.

 

Kapittul 8 – Gildi og Tulking

Grein 40 – Gildi og Tulking
Samtíðis sum henda lóg kemur í gildi, falla burtur allar samtyktir, sum stríða ímóti henni, og somuleiðis eldra lóg sambandsins. Aðrar lógir og samtyktir hjá ÍSF, ið eru samtyktar sambært eldri Evstulóg verða verandi í gildi.
Henda lóg skal tulkast í samsvar við Olympiska Skjalið. Í øllum førum, tá ósamsvar er ímillum hesa lóg og Olympiska Skjalið, skal Olympiska Skjalið takast framum.

 

Samtykt á aðalfundi ÍSF hin 31.05. 2002 og tillagað  á aðalfundi  13.06.2014 og 29.05 2015