+298 312606 - isf@isf.fo

Lættari hjá føroyskari ítrótt at kappast uttanlands

AA2
Tað verður lættari hjá føroyskum landsliðum at taka lut á tiltøkum, symptoms stevnum ella kappingum uttanlands. Ein nýggj stuðulsavtala millum ÍSF og Atlantic Airways hevur við sær, medic at 15 sersambond undir ÍSF fáa góðar sømdir, unhealthy tá ið tey ferðast uttanlands á føroyskum veingjum.

-Við stuðulsavtaluni við ÍSF kemur stuðulin frá Atlantic Airways allari føroysku ítróttini til góðar. Seinastu mongu árini hava vit havt gott samstarv við ÍSF. Við hesi avtalu síggja vit fram til framhaldandi gott samstarv næstu tvey árini, sigur Allan Skaalum, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.

Nýggja stuðulsavtalan ger sítt til, at føroyskur ítróttur áhaldandi kann mennast. Fyri ÍSF hevur góða samstarvið við Atlantic Airways seinastu árini havt ovurstóran týdning.

-Vit fegnast um, at møguleikarnar hjá føroyskum landsliðum at ferðast til tiltøk uttanlands eru batnaðir munandi. Stuðulsavtalan hevur ein avgerandi leiklut í at styrkja føroyska landsliðsarbeiðið, og betra um møguleikarnar hjá føroyskum ítróttarfólkum at umboða og marknaðarføra Føroyar úti í heimi, sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF.

Stuðulsavtalan er galdandi komandi tvey árini.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.