Røsku kvinnurnar, sum eru við granskingarverkætlanini “Svim ella spæl teg til betri heilsu” leggja nógv fyri . Fyri seks vikum síðan løgdu 80 kvinnur til brots og trúliga hevur verið møtt. Tað er ÍSF, sum samskipar forvitnisligu verkætlanina, ið vísindaliga kannar heilsustøðuna hjá føroyskum kvinnur millum 35 og 50 ár.

– Hetta er ein rættiliga víðfevnd heilsukanning.  Áðrenn kvinnurnar fóru ígongd, gjørdu vit umfatandi undankanningar við m.ø. hjarta- og heilkropsskanningum og vødda- og blóðroyndum í tveir mánaðir, og nú eru vit miðskeiðis í venjingunum. Endamálið við granskingarætlanini er at skilja, hvussu ymiskar fysiologiskar skipanir respondera upp á ymisk sløg av venjing. Hetta verður gjørt  við tí fyri eyga at fáa nærri at vita, hvat tað er, sum regulerar teimum tillagingum, ið kropslig venjing stimbrar, sigur Magni Mohr, granskingarleiðari.

Á heimasíðuni hjá ÍSF ber til at fylgja við, hvussu kvinnurnar klára seg. Á einari sonevndari bloggu skrivar Bjørg á Rógvi á lættan og skemtiligan hátt javnan um, hvussu fótbóltsvenjingin gongur.

Tað gongur nógv betri at raka bóltin nú, og sjálvsálitið kvinkast tann rætta vegin fyri hvørja venjing. Men í dag fekk tað tó eitt lítið “dykk”.  Nakrir ungir jassar spældu á vøllinum tá vit komu,  men máttu sjálvandi fara tí FÓTBÓLTSLIÐIÐ skuldi á banan. Teir steðgaðu tó á úti við síðulinjuna, helst fyri at vita hvat vit vildu har. Tá so venjarin setti dystin í gongd, stóðu hasir kúllarnir í skellilátri, tann eini ringdi seg saman, fall til knýggja og helt um búkin, skrivar Bjørg á Rógvi millum annað í sínum bloggi.

Í granskingarverkætlanini verður hugt nærri at , hvussu tvey sløg av regluligari motiónssvimjivenjing og fótbóltsspæl ávirka millum annað hjartafunktion, vødda-, feitt og beinvevna hjá kvinnum, ið ikki venja regluliga.

– Sjálv venjingin stendur til at enda seinast í juni. Vit kanna í løtuni møguleikan fyri at leingja heilsukanningarnar. Nærum allar kvinnurnar er sinnaðar at halda fram, so vit vóna at fáa stuðul og fíggjarligan styrk til at halda fram við venjingunum restina av árinum og kanska inn i fyrsta part av 2014, sigur Magni Mohr

Við árslok er ætlanin at almannakunngera fyrstu úrslitini.