+298 312606 - isf@isf.fo

Kunning um IOC málið

IOC
ÍSF hevur síðani 1984, abortion tá upprunaliga umsóknin um limaskap varð send, adiposity roynt at fingið formligan fund við Altjóða Olympisku Nevndina, IOC.

IOC hevur seinastu nógvu árini borið seg undan, av tí at teir ikki vilja fundast við lond, sum ikki eru sjálvstøðugir statir, viðurkendir av altjóða samfelagnum.

Mikudagin 17. september eydnaðist endiliga at fáa fund í lag í Lausanne. Á fundinum luttóku Pere Miró, Director of IOC NOC Relations Department, Jérôme Poivy, Head of Institutional Relations and Governance, NOC Relations Department, Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, Sølvi Reinert Hansen, fyrrverandi ÍSF-forseti, og Niels Nygaard, formaður í danska ítróttasambandinum.

Umboðini fyri IOC gjørdu greitt, at Føroyar ikki lúka treytirnar í Olympic Charter, sum vórðu broyttar í 1996 – at nýggj limalond skulu vera sjálvstøðugir statir, sum eru viðurkendir av altjóða samfelagnum.

Føroysku umboðini býttu tilfar út og greiddu frá gongdini í málinum, sum vit kendu tað. Serligur dentur varð lagdur á umsóknina frá 1984, sum ongantíð hevði fingið eina veruliga viðgerð.

Til tað upplýstu umboðini hjá IOC, at tá lógirnar vórðu broyttar í 1996, varð samstundis avgerð tikin um, at umsóknirnar, sum lógu inni, ikki skuldu viðgerast eftir gomlu treytunum.

ÍSF bað um at fáa hetta skrivliga, og hevur IOC síðani svarað soleiðis:

“Since the applicable rules of the Olympic Charter regarding the recognition of National Olympic Committees were amended in 1996, the IOC could no longer process any application which did not meet the new conditions and, in particular, the definition of a country as an “independent State recognised by the international community”.

Við hesum er greitt, at umsóknin frá 1984 ikki verður viðgjørd av IOC sambært gomlu reglunum.

Tilmælið hjá starvsnevndini er, at ÍSF heldur á fram sum nú, at skaffa okkara ítróttafólki atgongd til olympiskar kappingar, og at royna at skaffa Føroyum atgongd til eitt nú førleikamenning og onnur tiltøk hjá Altjóða Olympisku Nevndini.

Verandi umsókn liggur inni hjá IOC og verður ikki viðgjørd av teimum.

ÍSF-húsið, 24. Oktober 2014

Starvsnevndin

Petur Elias Petersen, forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.