+298 312606 - isf@isf.fo

Kæra um málsviðgerð hjá landsstýrismanni

Vísandi til starvsskipan fyri landsstýrismálanevndina frá 21. september 2000 § 2, anesthetist stk. 2 loyvir undirritaði sær sum forseti fyri Ítróttasamband Føroya at kæra málið um útlendskar ítróttaleikarar og útlendskar ítóttavenjarar fyri landsstýrismálanevndina.

Talan er um fyrisitingarmál, hospital ið hoyrir undir Jógvan við Keldu landsstýrismann í innlendismálum. Innlendismálaráðið hevur fyrisitingarligu ábyrgdina Føroya landsstýris vegna at umsita og ummæla tey mál, arthritis sum viðvíkja útlendingum í Føroyum; hesar heimildir sambært felagsslóggávu eru sambært avtalu á føroyskum hondum.

Sambært upplýsingum frá donskum embætisfólki er tað upp til føroyskar myndugleikar at leggja eina greiða linju fyri praksis á hesum øki. Sum dømi kann hugsast, at uppihaldsloyvi verður givið, tá ítróttafólk kunnu skjalprógva, at ítróttafelagið, ið er vertur teirra, tryggjar teimum innihvist og kost ella t.d. ávísa mánaðarliga upphædd. Síðani eigur tað at standa teimum frítt at taka av tilboði um annað arbeiði, sum stuðlar hjá felagnum ella onnur vilja bjóða teimum til vanligar treytir, men við tí fyri eyga at stuðla teimum og ítróttafelagnum.

Landsstýrismaðurin hevur havt ovmikið av tíð at leggja slíkar linjur fyri praksis í Føroyum. Somuleiðis hava embætisfólk hansara havt ovmikið av tíð at avgreiða málini eftir slíkum leisti. Men, ístaðin skilst, at bæði landsstýrismaður og embætisfólk “skunda sær spakuliga.”

Vit heita á landsstýrimálanevndina um at taka hetta málið upp, so loysn kann fáast á tað, og málsviðgerðin aftur gerst í samsvar við góðan fyrisingarsið, áðrenn hetta fær óbótaligan skaða fyri ítróttin her á landi.
Vegna Ítróttasamband Føroya

Heðin Mortensen, forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.